Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Helgi Dam Ziska (hm) og Olaf Berg (vm). Teir manna bæði ovastu borðini á 1. liði hjá Havnar Telvingarfelag, nú Martin Poulsen er til skips. Báðir vunnu í gjárkvøldið í toppdysti móti Klaksvík

Helgi Dam Ziska (hm) og Olaf Berg (vm). Teir manna bæði ovastu borðini á 1. liði hjá Havnar Telvingarfelag, nú Martin Poulsen er til skips. Báðir vunnu í gjárkvøldið í toppdysti móti Klaksvík

Helgi Dam Ziska (hm) og Olaf Berg (vm). Teir manna bæði ovastu borðini á 1. liði hjá Havnar Telvingarfelag, nú Martin Poulsen er til skips. Báðir vunnu í gjárkvøldið í toppdysti móti Klaksvík

Talvsambandið: Havnarmenn flongdu klaksvíkingar í toppdysti í talvi í gjárkvøldið.

Tveir av dystunum í fremstu deildini í fjórða umfari í landskappingini í talvi, sum upprunaliga varð útsett vegna koronu, vórðu spældir í gjár.  

Oddaliðið hjá Havnini styrkti sína støðu við stórsigri á Klaksvíkar Talvfelag. Havnarmenn vunnu 3½-½. Klaksvíkingar kendu ivaleyst sviðan av, at moldovski stórmeistarin, Vladimir Hamitevici, ikki var við. 

Helgi Dam Ziska vann á fyrsta borði á Ólavi Simonsen. Helgi hevur fult stigatal eftir fyrstu fýra umførini. Olaf Berg vann á øðrum borði á Rana Nolsøe, men á triðja borði endaði javnt millum Carl Eli Samuelsen og Terja Petersen. Og á fjórða borði sigraði hin blaðungi Luitjen Akslesson Apol í talvinum móti Janus Skaale.

Annað lið hjá Havnini í 1. deild vann eisini trygt móti Vestmanna, sum flutti upp í fjør, men sum hevur ilt við at standa seg í kappingini við liðini í ovastu deildini. Her var úrslitið 3-1 til Havnina B.

Triði dysturin í hesum útsetta fjórða umfarinum er millum Sandavág og annað lið hjá Klaksvík. Hann verður telvaður í Sandavági í annaðkvøld.

Og sunnudagin verður farið í holt við dystirnar í útsetta fimta umfari. Tá verða dystir í øllum deildum. Í 1. deild verður toppdystur millum Havnina og Sandavág. Hann verður á Finsen í Havn. Av tí at fleiri dystir eru í Havn sunnudagin, verður telvað bæði í auluni og sangstovuni, sum nú er felagshøli hjá Havnar Telvingarfelag. Hetta verður gjørt í samsvari við koronatilmælini.

Klaksvík - Havnin ½-3½
Ólavur Simonsen - Helgi Dam Ziska 0-1
Rani Nolsøe - Olaf Berg 0-1
Terji Petersen - Carl Eli Samuelsen ½-½
Janus Skaale - Luitjen A. Apol 0-1

Havnin B - Vestmanna 3-1
Sjúrður Thorsteinsson - Jákup á Rógvi Andreasen 1-0
Rógvi Mortensen - Samson Højgaard ½-½
Margar Berg - Kári Durhuus 1-0
Øssur Joensen - Ingolf Debess ½-½

Støðan í 1. deild
Havnin 13½ (4 dystir)
Havnin B 9 (4 dystir)
Klaksvík 8½ (4 dystir)
Sandavágur 8½ (3 dystir)
Klaksvík B 2½ (3 dystir)
Vestmanna 2 (4 dystir)

Útsetti dysturin millum Sandavág og Klaksvík B verður telvaður fríggjakvøldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo