Øll samfelagsmenning í Tórshavnar kommunu skal virða náttúru og umhvørvi, trivnað og nærumhvørvi og okkara søguliga tjóðararv.
Tí eigur ætlanin at útbyggja Skansabryggjuna at verða slept beinanvegin.
Ætlanin er longu kolldømd einaferð fyrr, av bæði havnarfólki, mynduleikum, felagsskapum og fremsta serkunnleika.
26. oktober í fjør samtykti ein meirluti í býráðnum í Havn at játta eina millión at fyrireika og projektera eina stóra útbygging av Skansabryggjuna norðureftir, t.e. útfyri Havnar Skansa, framvið økinum Yviri við Strond og heilt norðurum okkara landskenda Eystfalssker.
Tey fýra býráðsumboðini hjá Tjóðveldi avkvøddu øll ímóti uppskotinum. Eg var ein teirra.
Eg kenni týdningin av farmahavnini á eystaru vág, tí pápi arbeiddi í farmavinnuni og eystara bryggja var partur av mínum uppvøkstri. Eg viðurkenni, at tíðin setur nýggj krøv til Tórshavnar Havn, men eg fari ongantíð at taka undir við, at farið verður undir eina stóra ídnaðarútbygging mitt í okkara býi, sum kann vera til óbótaligan skaða fyri okkara søgu og mentanararv og okkara umhvørvi.
GOMUL VRAKAÐ ÆTLAN
Ætlanin, sum býráðsmeirlutin samtykti í fjør er ein gomlu ætlan. Ein ætlan, sum strandaði í Tórshavnar býráð á heysti í 2015, eftir nógv, hvøss og væl grundað mótmæli. Tá valdi býraðið at lurta. Broytti ætlan og slapp í staðin at útbyggja eystureftir út á fjørðin.
Eitt innlit í málið vísir, hvussu ógvusligt inntriv ætlanin at byggja eina ídnaðarhavn beint frammanfyri Skansan og heilt norður um Eystfalssker í roynd og veru hevði verið. Og innlitið vísir tær staðiligu og væl grundaðu ávaringarnar, sum vórðu bornar fram móti hesi stóru ídnaðarverkætlanini mitt í hjartanum á okkara høvuðsstaði.
UNECO-NEVNDIN ÁVARAR
Mótmælini snúðu seg millum annað um, at ein bingjuhavn beint frammanfyri Skansan fer at gera óbótaligan skaða á Skansan, sum er friðað fornminni og ogn hjá Føroya landsstýri. Vegna eigaran legði Mentamálaráðið dent á, at Havnar skansi er eitt av fremstu fornminnum í Føroyum og vísti á, at við útbyggingini ”fara mentunarlig virði fyri skeyti, sum ikki fáast aftur.”
Ávaringar komu eisini frá føroysku UNESCO-nevndini undir ST, sum setti spurnartekn við, um Føroyar ”í nøktandi mun liva upp til ásetingarnar í heimsarvssáttmálanum og tilráðingini um býarumhvørvi hjá UNESCO”. Nevndin ávaraði um, at byggiverkætlanir, sum tann út fyri Skansan ”kunnu seta fornminnaumhvørvið av nationalum og altjóða týdningi í vanda.”
Okkara fremstu serfrøðingar innan arkitetur og forminnafrøði øtaðust. ”Vanvid” skýrdi navnfræmi arkitekturin J.P. Gregoriussen ætlanina, sum helt, at hetta kundi sammetast við, at danir løgdu eina bingjuhavn frammanfyri Kronborg, sum hevði verið púrasta óhugsandi. ”Skammiligt” kallaði fornfrøðingurin Steffen Stumann Hansen, fyrrverandi landsantikvarur ætlanina, sum øtaðist um stóru vanvirðingina av okkara fremstu søguligu fornminnum.
EITT NÝTT BULDURSHOL
Tann ætlaða ídnaðarhavnin fer at liggja skamt við bygd øki Yviri við Strond, og frástøðan millum ídnaðarøkið og tey nærmastu sethúsini í økinum verður bert 150-250 metrar. Og greitt er, at stóra ídnaðarhavnin fer at hava týðandi árin á umhvørvið og grannalagið við havnina, vísti ein árinskanning, sum fyritøkan Rambøll gjørdi fyri Tórshavnar Havn í 2014.
Tað verður ein stór øking í óljóðinum, fyrst og fremst við Skansan og í økinum Yviri við Strond. Serliga í byggitíðini, sum kanna fara at taka fleiri ár. Men eisini, tá havnin er tikin í nýtslu, verður hækkingin í óljóðinum frá havnavirkseminum ”munandi”, metir Rambøll.
Arkitektar, sum gjøgnumgingu árinskanningina viðmerktu, at vandi er fyri dálking, bæði av royki og óljóði frá skipum, frystibingjum og flutningssførum, og eisini fyri týðandi ”ljósdálking” í økinum.
Við øðrum orðum eru útlit til, at grannarnir Yviri við Strond í Havn, kunnu fara at uppliva nakrar av somu trupulleikum, sum í fleiri ár hava plágað fólk nærhendis ídnaðarhavninar í Ánunum, Runavík og á Signabø.
TÝÐANDI MENTANARLANDSLAG
Rambøll-kanningin vísur, at havnarútbyggingin eisini kann fáa ávirkan á fuglalív og djóralív í sjónum, m.a. kópin. Við tað, at Skansin meira ella minni verður innilokaður í nýggju stórhavnini, kann tað ávirka náttúruna á Skansanum ”hvilket, ud over de rent visuelle forhold, vil afskære området fra sine forbindelser og kontakt med til den omgivende natur. Naturen vil her derfor blive forarmet”, sum tað stendur at lesa í frágreiðingini.
Tjóðsavnið hevur eisini staðiliga ávarað ímóti útbyggingini, og hevur víst á, at tíðin langt síðani er farin frá, at leggja stórídnað frammanfyri fornminni og bústaðarøkir inni býum. Umframt at hótta Skansan sum fornminni, er økið Yviri við Strond eitt týdingarmikið mentanarlandslag, sum hevur stóran týdning fyri havnarfólk og onnur. Við ætlanini tekur kommunan ein av teimum fáu strandalinjunum, sum eftir eru nærhendis býum - har frítt er hjá fólki til sjógvin við útsýni út á Nólsoyarfjørð - frá havnaborgarum, vísir Tjóðsavnið á.
Føroya Náttúru- og Umhvørvisverdarfelag hevur eisini rópt varskó. Felagið hevur funnist at býráðnum fyri púra ókritiskt at stara seg blint upp á vøkstur og arbeiðspláss. Uttan yvirhøvur at hugsa um at lýsa tær neiligu avleiðingarnar, sum ein ídnaðarverkætlan nærhendis býarkjarnuna fer at hava fyri náttúru og umhvørvi.
ONNUR STAÐFESTING MÁ KANNAST
Tórshavnar kommuna er ein stór kommuna, og skal havnin útbyggjast, skyldar býráðið havnarfólki at kanna alternativar staðsetingar. Tí slíkar kanningar av øðrum møguleikum, hava verið ógvuliga sparsamar higartil, og hetta mugu vit gera betri.
Síðani 2015 eru fortreytirnar fyri verkætlanini eisini broyttar, við tað, at kommunan hevur gjørt risastórar íløgur í Ytra Ringveg – fyri at leiða ferðsluna uttan um býin. Tí tykist tað bæði skilaleyst og rangvørt at leita ta gomlu ætlanina fram aftur at fremja eina stóra ídnaðarútbygging heilt inni við sjálva býarkjarnuna: Eina havn, sum fer at skapa størri ferðslu og tørv á at útbyggja vegakervi til enn tyngri og dálkandi ferðslu inni í bústaðarøkinum Yviri við Strond. Hetta hongur ikki saman, og tí kundu kanningar av alternativum staðsetinum t.d. hugt at møguleikum, sum gera, at Ytri Ringvegur kundi komið til sín fulla rætt.
Seinast strandaði havnaútbyggingin, tí at mótstøðan millum fólk, myndugleikar og serfrøðingar var ov stór og grundgevingarnar sterkar og sannførandi. Og eingin ivi er um, at mótstøðan verður minst líka stór hesaferð. Eg frykti tí fyri, at hetta aftur bara kann enda sum eitt keðiligt klandursmál, har útbyggingar standa upp ímóti grannaløgum og umhvørvisatlitum. Og er er tað nakað, býráðið í Havn ikki hevur brúk fyri, so er tað fleiri slíkum klandursmálum, ið skapa stríð og split millum havnarborgarar.
Verði eg valdur í býráðið, fari eg at framhandandi at stríðast fyri, at útbyggingin av Skansabryggjuni norðureftir verður steðgað og aðrir møguleikar verða kannaðir. Havnin skal mennast, ja, men hon skal ikki oyðast. Tí, sum ein góður vinur, segði:
Eingin býur við virðing fyri sær sjálvum, náttúru, umhvørvi og søgu, girðir seg inni við bingjum og pakkhúsum.
Tað er ein farin tíð.
Jón Kragesteen,
Tjóðveldi
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo