Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tórshavnar Býrað tykist verða vaknað við kaldan dreym av húsaneyð, húsa- og leiguprísum eftir skeiva raðfesting farnu 10 árini, altso hálvtriðja valskeið.

Heðin var borgarstjóri, síðan Annika, og nú aftur Heðin - við sama húsapolitikki.

Eg bað Hagstovuna um tøl á bygdum húsum í Havn 2012-2020.

Svarið var uml 30 støk hús, 10 raðhús og 40 íbúðir, 80 búeindir íalt árliga í miðal.

Betri at vakna seint enn ongantíð. Nú grava maskinur óført út móti Glyvursnesi. Men eystari Hoyvíkshagi liggur enn lyngbrúnur og órørdur.

Støðan er so syndarlig, ti at býráðið hevur í 10 ár drálað við at stykkja byggilendi út til 200 grundøki hvørt ár í ymsum støddum og við lagaligum treytum.

Risa búskapar- og fólkavøkstur
Føroyska BTÚ-ið er økt minst 1/2 mia (500 mió) kr árliga frá 2012 – 2022.

Tað skuldi givið rúm fyri minst 10.000 fleiri føroyingum íalt heldur enn bert 6.000.

Føroyska fólkatalið er økt úr 50.000 upp í 56.000 nevndu 3 býráðsskeið.

Talið á føroyingum í útbúgving og arbeiði í Danmark liggur um minst 15.000.

Ein risa føroyskur búskaparvøkstur merkir stórt ynski á útisetum at flyta heim.

Av nevndu 6.000 fleiri føroyingum eru 2/3 tilflutt (umframt 1.500 útlendingar).

Sig, at 4.000 av hesum aftratkomnu hava fingið arbeiði og søkt bústað í Havn.

So eru 3.000 víst út á bygd ella inn í leiguíbúðir í kjallarum, upp á loft, inn í bingjur ella úthús í høvuðstaðnum fyri 6-10.000 kr í mánaðarleigu.

Tað er, um bert 1.000 nýggir bústaðir eru bygdir í Havn 2012-2021.

Um 4.000 fólk kappast um 1.000 bústaðir, merkir tað risa eftirspurning og alt ov lítið útboð av grundøkjum og býlum.

Tað merkir aftur eina risa hækking í húsaprísum úr 1,5 mió kr miðal upp í 3-4 mió kr fyri hvørt líkinda hús, ja hvørja størri íbúð, í Havn.

Ov fáir handverkarar – ov nógv almenn bygging
Í 1970- og 80-árunum bant SEV í 300 nýggj sethús árliga í miðal.

Av teimum komu sum klokkan 200 nýggj hús kring landið og 100 í Havn hvørt ár.

Tá hevði Havnin gott hálvt so stórt fólkatal og fekk tí lutfalsliga dupult so nógv nýggj sethús bygd eftir fólkatali sum í dag.

Í 1970- og 80-árunum tóku 300 nýggir handverkarar sveinastykki árliga.

Í 1990-ára kreppuni vórðu nærum eingir lærlingar, t.e. 3.000 sveinar ov fáir útbúnir.

Eftir ár 2000 fóru land og kommunur undir alt fleiri stór byggiverk, ið bundu ovurstórt tal av handverkarum og mia kr í kapitali. Tað var tí ikki tøkt í privatu byggivinnuni.

Tað var ein orsøk til inflatión í húsaprísum.

Dýrkandi tilfar og harðari byggiviðtøkur hava gjørt sethús enn dýrari.

Farnu 12 árini hava stórar privatar íbúðabyggingar kravt fleiri føroyskar og útlendskar handverkarar.

Støðugt fleiri fólk búgva til leigu
Bæði á bygd og serliga í bý velja ella noyðast fleiri og fleiri fólk at búgva til leigu.

Eldri fólk selja síni sethús og velja at leiga íbúð, treytað av sámiligum leigum og góðum standi.

Dýrir húsaprísir tvinga eisini yngri fólk at leiga býli.

Men verður bygt nóg skjótt, fáa tey flestu tak yvir høvdið. So hevur ikki verið.

Størri eftirspurningur enn útboð merkja dýra leigu, og tað forðar mongum at savna eginpening til at byggja ella keypa egin hús ella íbúð.

Í 1970- og 80-árunum áttu 85% av føroyingum egnan bústað, og hini 15% ætlaðu sær og kláraðu at ‘seta føtur undir egið borð’.

Í dag man lutfallið millum býliseigarar og -leigarar broytast skjótt skeivan veg.

Tá útboðið av bústøðum er minni enn eftirspurningurin, hækkar leigan eisini.

Við henni økist kravið um almennan bústaðarstuðul, likur tí donsku ‘boligstøtte’, ið skattgjaldarin rindar.

So koma ognarskattur og sosialisma
Tá talið á húsaleigarum er vorðið nóg høgt, tora politikarar at áleggja eigarum á privatum húsum ognarskatt. Fyrst í smáum, men økist við býlisstuðlinum.

Við vaksandi býlisstuðuli um skattin loysir tað seg betur og betur at leiga enn at eiga egnan bústað.

Tað vera til síðst bert fólk, helst tvey, við hægstu inntøkum, ið fáa ráð til egin hús.

Onnur við miðal og lægri inntøkum uppliva, at tað loysir seg betur at leiga, helst við leigustuðli frá tí almenna, enn at eiga hús. Tey seta aldri føtur undir egið borð.

Meirilutin av sjálveigarum skiftir til meiriluta av leigarum.

Tá eru vit komin fram til týdningin av føroyska orðatakinum, at Uppgávumaður er sjáldan glaður. Gomul og fátæk fólk ‘góvu seg upp’ til múgvandi jarðareigarar fyrr í tíðini.

Uppgávufólk góvu sína sjálvstøðu, smáu ognir og arbeiði upp til tey ríku fyri innivist, mat og klæði frá húsbóndanum, til tey doyðu út úr sínum tá ‘leigubústaði.'

Privati ognarrætturin hevur verið ein hornasteinur undir okkara kapitalistiskt og demokratisk grundaða og søgunar ríkastu ídnaðar- og vælferðarsamfelag.

Vit eru á veg hagar, ið tey flestu eru nútíðar ‘uppgávufólk’ og fáa ‘uppgávulyndi’.

Í størri býum í Vestanlondum búgva fólk flest til leigu. Har eru teir vinstrahallu flokkarnir sterkastir og flestu veljarar (misnøgdir) sosialistar.

Sosialisma er misnøgd og øvund sett í politiskt system.

Havnin er á veg hagar, og tað passar núverandi samgongu fínt.

Starvsfólk og løntakarar í privatu tænastuvinnuni í Havn teljast í 1000-tali.

Men politiskt vigar almenna tænastuvinnan tyngri.

Hon hevur stýrt høvuðstaðnum farnu 12 árini og stýrir nú Føroyum.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo