Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Sandavágs Talvfelag vann í fjør bæði FM (1. deild) og 2. deild. Vágamenn hava vunnið FM-heitið í fremstu deildini átta ferðir seinastu trettan árini. Sandavágsmenn hava tí lagt upp á síðuna á klaksvíkingum, ið eisini hava vunnið FM-heitið átta ferðir

Talvsambandið: Í morgin leygardagin fellur avgerðin í landskappingini í talvi. Havnarmenn standa til at taka FM-heitið frá vágamonnum, men við einum rimmar spurti kann Sandavágs Talvfelag endurvinna FM-heitið.

Oddaliðini bresta saman í seinasta umfari. Eitt stig er nóg mikið hjá Havnar Telvingarfelag. Sandavágs Talvfelag skal afturímóti vinna toppdystin í minsta lagi 3½-½ fyri at endurvinna FM.

Spenningurin er ikki minni í botnstríðnum. Stutt er millum B-liðini hjá teimum trimum feløgunum, sum eru umboðað í 1. deild - Sandavágs Talvfelag, Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag

Beinleiðis á netinum
Allir dystirnir í øllum fýra vaksnamannadeildunum í seinasta umfari verða telvaðir í stórum felagsumfari í skúlanum á Giljanesi. Byrjað verður á middegi - klokkan 12:00.

Skipað verður so fyri, at leinki verður til øll borðini í teimum trimum dystunum í 1. deild. Tað fer tí at bera til at fylgja við á netinum leik fyri leik á øllum tólv borðunum. Leinkið verður at finna á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

Spenningurin er minni í hinum deildunum. Kollfirðingar hava longu at kalla vunnið 2. deild og tryggjað sær uppflyting fyri seinasta umfar, sama hava toftamenn í 3. deild og havnarmenn í 4. deild.

Í unglingadeildini er stórur spenningur, men har verða seinastu dystirnir ikki telvaðir fyrr enn í komandi viku.

Støðan í 1. deild
Havnin (1) 29 stig
Sandavágur (1) 26½
Klaksvík (1) 17½
Klaksvík (2) 12½
Sandavágur (2) 11½
Havnin (2) 11

1. deild - 10. umfar (9. mars)
Sandavágur (1) - Havnin (1)
Sandavágur  (2) - Klaksvík (2)
Klaksvík (1) - Havnin (2)

FM síðan aldamótið
2000 HT
2001 HT
2002 VT
2003 HT
2004 KTF
2005 HT
2006 VT
2007 KTF
2008 VT
2009 HT
2010 KTF
2011 ST
2012 HT
2013 ST
2014 ST
2015 ST
2016 ST
2017 HT
2018 HT
2019 ST
2020 HT
2021 ST
2022 HT
2023 ST

FM-sigrar í alt (1971-2023)
HT 25
ST 8
KTF 8
VT 6
KT 4
TT 1
TFS 1

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo