Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Av teimum seks stóru kommununum er tað bara Vágs kommuna, sum hevur lægri íløgur per íbúgva enn Tórshavnar kommuna.

Havnin hevur lægsta rakstur per íbúgva og somu inntøku per íbúgva sum Vágs kommuna - allar hinar kommunurnar hava hægri inntøkur per borgara.

Men av eini ella aðrari orsøk sæst hetta ikki aftur í frágreiðingini hjá Búskaparráðnum.

VP hevur hugt at heystfrágreiðingini, sum Búskaparráðið hevur latið frá sær. Aftur hesa ferð fáa kommunurnar toyggið fyri fíggjarliga vanstýring og oyðsl.

Men sambært Búskaparráðnum er loysn fyri tí: tað er bara at lækka skattin í Tórshavnar kommunu, og um kommunan ikki vil tað sjálv, so skal landið javna pengarnar hjá havnarborgarum út á bygd at næla.

Nógv ferð er á búskapinum. Men tað eru hvørki skattainntøkurnar ella útreiðslurnar hjá Tórshavnar kommunu, sum yvirhita búskapin við tilvildarligum byggiætlanum, so sum Búskaparráðið tekur til um Tórshavnar kommunu.

Í veruleikanum tvørturímóti, tað er bara at lesa almennu kommunalu roknskapirnar á heimasíðu Fíggjarmálaráðsins, sum sæst á mynd undir greinini.

Minni skatt, færri íløgur
Samanborið við Klaksvíkar kommunu og stóru kommunurnar í Eysturoynni, so tekur Tórshavnar kommuna nógv minst inn í skatti per íbúgva, brúkar nógv minni í íløgum per íbúgva, og haraftrat er Tórshavnar kommuna tann bíligasta í rakstri per íbúgva. Hetta sigur nakað um lætta hugflog Búskaparráðsins í metingini av Tórshavnar kommunu. 

Tórshavnar kommuna upplivir í hesum tíðum stóran fólkavøkstur. Fleiri borgarar geva fleiri inntøkur og geva býnum meira fjølbroyttan trivnað, men eisini sera stórar útreiðslur í útbygging av grundleggjandi vælferðartænastum og infrastrukturi.

Men mong meta, at skal høvuðsstaðarkommunan ikki sleppa at gera hesar útbyggingar, tí landsstýrið við Búskaparráðnum í ryggingum skal skerja fíggjarliga rásarúmið hjá kommununi til at byggja býin og landið út, ja, so steðgar sjálvandi fólkavøksturin – og við tí eisini búskaparvøksturin, sum samfelagið alt annars hevur tørv á.

Skattur og útjavning
Tað er sannroynd, at kommunurnar bara hava skattin sum inntøkukeldu. Og tað er helst eisini ein sannroynd, at kommunurnar umsita peningin væl betur enn tað almenna. Búskaparráðið vil hava skattin í Tórshavnar kommunu niður, hóast hann longu er ein tann lægsti í landinum. Hetta er margháttligt ráð at geva í hesum tíðum, tí skattalættin endar í hægri sethúsalánum og dýrari bygging og setir enn meiri ferð á yvirhitingina. Tað kann bara styggja fólk burtur.

At enda hóttir Búskaparráðið so við kommunalari útjavning. Tað hevur altíð verið fatan í Føroyum, at útjavning rennur bert ein veg – úr Havnini. So munnu tey flestu fara at verða nøgd. Men soleiðis virkar útjavning ikki, skal hon vera rættvís – útjavning rennur nevniliga báðar vegir, og tá verður eingin nøgdur. 

Tey flestu tykjast nú halda, at heldur enn at geva vánalig og beinleiðis skaðilig ráð, so kundi Búskaparráðið heldur mælt til, at kommunur fingu lógarheimild at leggja pening til síðis at brúka til minni góðar tíðir. Sum amboð hevði hetta verið skynsamt og konjunkturstabiliserandi.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo