Talvsambandið: Stóri talvdysturin ólavsøkuaftan millum havnarmenn og klaksvíkingar gjørdist bæði javnur og spennandi, men úrslitið var, at havnarmenn vunnu tepurt.
Tíggju telvarar vóru á hvørjum liði. Í vanligum dystum í landskappingini verður telvað á fýra borðum. Báðir partar høvdu mannað seg væl til hendan kvikdystin, sum var liðugur innan ein tíma.
Fitt av fólki var inni á gólvinum í nýggju hølunum hjá Havnar Telvingarfelag í Finsen og forvitnaðist.
Ætlandi verður hesin dystur fastur táttur á komandi ólavsøkum.
Havnin -Klaksvík 5½ - 4½
Martin Poulsen - Ólavur Simonsen 0 - 1
Olaf Berg -Rani Nolsøe ½ - ½
Carl Eli Samuelsen - Terji Petersen 1 - 0
Sjúrður Thorsteinsson - Finnbjørn Vang 1 - 0
Rógvi Mortensen - Steintór Rasmussen ½ - ½
Herluf Hansen - Haldur Suni Johansen ½ - ½
Margar Berg - Janus Skaale 0 - 1
Suni Merkistein - Tummas Martin Sólsker 1 - 0
Hjalti Toftum Jógvansson - Bogi Hansen 1 - 0
Jóannes V. Hansen - Flóvin M. Tummasarson 0 - 1
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo