Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

(mynd: Dávur Winther)

Plantekning

Longdarskuður

Tvørskurður, sprongdur tunnil

(mynd: Dávur Winther)

(mynd: Dávur Winther)

Plantekning

Longdarskuður

Tvørskurður, sprongdur tunnil

Kringvarpið brúkti herfyri einar 15 – 20 minuttir av beinleiðis tíðinda senditíð um ta nú óunniligu Havnará. KvF hevði í hesum sambandi leitað upp tveir góðsligar, gamlar gubbar og fyrrverandi býráðslimir til avhoyringar um málið.

Nakar bati ella loysn av váðanum kom tó ikki til sjóndar, men úr caffelatte angandi “Kaspar” bleiv kortini klárt konstaterað – annar var nakað ØSTUR - at Miðbýurin í Havn var ein KØSTUR!

Burtursæð frá, at útsøgnin omanfyri ber upp á rím, so munar hon ikki so nógv í nærverandi kreppustøðu. So her má ein sáttlig eftirmeting helst hóska betur í sannleikans áhuga, hetta við hesum veruleika í huga, at hvør borgari býarins – sjálvur er ein dálkandi eind – ja, hvønn dag í árinum!

Søgan
Kanska kann eitt søguligt leiti muna her. Í gamal Pompeii lógu vegirnir um ein fót lægri enn gongubreytirnar, og har bleiv so mestsum øll dálkandi fyribrigdi bara blakað út á vegin í teirri vón, at eitt óført áarføri við grimdarregni kundi beina nakað av hesum burtur úr eygsjón.  

Nakað soleiðis er støðan hjá okkum, tíverri, enn - um røktin trýtur av vanliga viðlíkahaldinum. Tí øll vita vit vitiliga, at ein kloakk luktar - sum ein kloakk!

Og Havnará er bara, sum aðrar mataráir, ið vit kenna til kring landið, vorðin til eina vanliga kloakk frá húsarhaldum. Mataráin varð vanliga dálkað í niðara enda av frárenslum, men tó nýtt til klædnavask longri uppi, og so enn longri uppi nýtt til vanligt drekkivatn. Men so hendi tað, sum frá leið, at øll áin bara bleiv til eina kloakk.

Aðrar tíðir og útgerð
Fyri 70 árum síðani varð valt at leggja Havnará undir heilt frá brúnni omanfyri Sjónleikarhúsið og oman á Vaglið, sum førdi til, at áin harvið var fjald úr eygsjón - heilt út á Eystaru vág.

Betonglok varð stoypt út yvir ánna. Um botnur og veggirnir í ánni blivu stoyptir upp undir lokið - yvir alt strekkið - er helst óvist. Og um flestu frárensl frá húsum enn renna opin - beint út í ánna.

Men minnast skal tó til her, at hetta var í tí tíðarskeiðinum, táið einasta loysnin til leiðingar var ein metur long betong-rør ella leir-rør. Har ið skoytini vanliga vóru tilsvarandi tøtt - og royndust ofta ótøtt við, tíverri - og bara fáir rør-deilir vóru til taks, og rørini høvdu vitiliga lætt við at brotna.

Havnará og Søren Langvad (1924 – 2012)
Í 1973 búðu Søren, verkfr., stjóri og høvuðsseigari av bgf. E. Pihl og Søn, á Hotel Hafnia, meðan hann lá veðurfastur vegna vantandi floglíkindi. Hann gekk tí av og á út á Bursatanga, har ið hann ógvaðist yvir hvussu ótýdligt og dálkað umhvørvið longu tá var har, ið Havnará rann út í vágna.

Úti í Hornabø var høvuðsskrivstova felagsins, og Søren kom tí út har og bað okkum (eg starvaðist har sum verkfrøðingur frá 1970 til 1975) um at gera eitt uppskot - ánni og vágni til batar. Og tað gjørdu vit.

Tunnilin
Úrslitið varð, at ein tunnilsloysn bleiv projekterað, sum strekti seg frá áarleguni við Hotel Hafnia og út í Sersjant-víkina beint norðanfyri Skansan, umleið 550 metur til longdar, 1,80 m breið og 2,20 m høg, sum hjáløgdu tekningar vísa.

Tilboðsupphæddin, dagfest 29.11.1973, fyri at spreingja ein tunnil, umframt ein útgongd á hálvari leið - út til havnarøkið, var íalt: 1,1 millión krónur. Tilboðið varð góðkent og samtykt av býráðnum.

Sprongt var í smáum, m.a. tí at sethús vóru bygd uppi yvir á leiðini, og við tað at grótlindin - frá Skansanum og heilt líka niðan á Sandvíkarhjalla - er sera hørð og góð, so har mátti spreingjast við nærlagni. Arbeiðið var avhendað í 1975.

Ein betongmúrur varð síðani stoyptur upp fyri Havnará, so at øll áin - eftir lokið verk - rann út í Sersjant-víkina. Tó við eini yvirflóð upp um múrin, um illa vildi til við serstøkum, nógvum áarføri.

Deymurin
Mesti lukturin kemur, eftir míni meting, av tí, at alt strekkið - umleið 120 metrar til longdar – frá tunnils-inntakinum og oman til Eystaru vág - helst ongantíð verður skolað út, og hetta strekkið er tí rættiliga óunniligt og esjar. Meðan hitt ovara strekkið - frá tunnilin og niðan um Sjónleikarhúsið - skuldi verið heldur reinari fyri lukt, hetta av tí støðuga streyminum úti í ánni.

Reinsiverk
Septiktangar blivu stoyptir fyrr, men við tíðini varð farið frá teim mangan ótøttu steptiktangunum til at útvega størri mekanisk reinsiverk við reinsibrunnum á leiðini. Hesi reinsiverk kunnu fevna um heilar býlingar.

Tvey sløg av reinsiverkum eru/vóru vanliga í brúki, men hvørki teirra virka heilt feilfrí fyri lukt. Hospitalið hevur/hevði eitt biologisk reinsiverk, sum er meiri effektivt, men kann tó lukta nakað. Og tey mekanisku reinsiverkini, sum eru sum ovurstórir septiktangar, virka ikki betri, men kunnu lukta heldur minni.

Í Hoyvíks haganum finst eitt mekaniskt reinsiverk á Mýrini, har ið frárenslið rennur út um hálsin norðanfyri Kúrberg, og eitt annað reinsiverk er at finna á fløtuni í niðastu Hoydølum, har frárenslið rennur út á sjógv nakað norðanfyri Boðanesgjógv.

Rør úr á Glyvursnes?
Hetta er helst ein typisk donsk, kostnaðarmikil hugamynd fyri ótaldar milliónir, har sum donsku streymviðurskiftini og botnurin vitiliga er ein heilt annar, og ti eigur hetta uppskotið ikki at fáa annað beini til jarðar. Tað er so burturvið.

Allir høvuðsstaðir í vesturheiminum hava sítt baks av sínum kloakkum, so at einki skal bera til at gera her í avmarkaða høvuðsstaðnum, Tórshavn, fái eg meg ikki til at  trúgva.

Streymur er nokk av
Vit liva sum oyggjaland í mesta streymasjógvi, og fleiri kanningar tiknar gjøgnum farin ár hava víst, at beint við tunnilsmunnan í Sersjant-víkini er áarførið vitiliga dálkað nakað, men fáar metrar frá landi er vatnið tynt so mikið, at eingin dálking yvirhøvur er at hóma, varð sagt frá teimum kanningunum.

So besta og bíligasta loysnin má vera, at fanga tey dálkandi frárenslini, og síðani at føra tey rørløgd nakar metrar út frá landi, har ið munandi streymur vanliga er til staðar.

Á niðasta strekkinum, 120 m, av Havnará ber til at arbeiða mestsum á turrum, meðan í ovara strekkinum - helst í stivlum.

Loysn er í eygsjón
So, mínir vinir, til alla lukku eru plast-rørini nú uppfunnin og vanlig handilsvøra í alskyns longdum og dimensiónum við margfaldum bendum, greinum og reduktiónum.

So, um nakar vil veita Havnini og harvið luktinum ein bata, so kann tað bara gerast sum í “Stórhvalagildinum” eftir Oskar Hermansen:

“Tá aftur komu hvalirnir og sóu ljóta lagið,

teir smoygdu upp um bøkslini og løgdu so í vaðið!”

Loksins
Vónandi tekur býráðið nakað av hesum omanfyri standandi til eftirtektar undir eini komandi viðgerð av málinum - um ta ótýdligu og luktandi Havnará - hetta sum her í stuttum er borið fram av einum til aldur komnum og fyrrverandi býráðslimi.

Ein sáttlig áskoðan, sum vitiliga er førd fram í bestu MEINING, og soleiðis sum Peter Belli, den hedengangne, syngur so vakurt um: “Ingen REGNING!”.

Arnstein Niclasen

Plantekning

Longdarskuður

Tvørskurður, sprongdur tunnil

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo