Havnar Svimjifelag: 11. – 13. november var FM í svimjing – og enn einaferð vann HS við 20 gullheiðursmerkjum. Tað er kanska ikki so løgið, tí HS er nógv tað størsta felagið í Føroyum. Susvim og Ægir smæddust ikki burtur við 12 gullheiðursmerkjum í part. Samanlagt – um vit telja JM-kappingarnar við, var Havnar svimjifelag eisini fremst við 36 gullheiðursmerkjum.
HS betraði 4 føroysk met – vit áttu øll metini áðrenn.
Vár E. Eidesgaard í 400 frí við tíðini 4,14,09 – sum gevur heili 780 FINA-stig (Hægst stigatal til FM)
Í øllum mix-kappingunum eydnaðist tað Vár, Bartali, Eyðrið og Isak at betra munandi um føroysku metini:
Fríggjakvøldið tóku tey 4x50m Frí Mix við tíðini 1:42.33 (gl. 1:43.41)
Leygarkvøldið 4x100m Blandaò Mix við tíðini 4:05.36 (gl. 4:13.09)
Sunnukvøldið 4x100m Frí Mix við tíðini 3:45.58 (gl. 3:50.92).
Tað má sigast at vera ómetaliga flott!
Annars var hetta sum heild ein væl avgreidd kapping. 14 svimjarar svumu undir kravtíðir til NM/NJM, sum verður 9. – 11. desember, í Bergen. Her eiga vit 5 svimjarar: Vár E. Eidesgaard, Eyðrið Mortensen, Bartal E. Eidesgaard, Elisabeth Erlendsdóttir og Isak Brisenfeldt. Vár hevur eisini klárað undir kravtíðir til HM í Melbourne, 13.-18. desember 2022.
Ársins stjørnuskotn okkara – Elisabeth Erlendsdóttir fekk tíverri komið heim, tí FM varð flutt eina viku. Hon venur og gongur í skúla í USA í eitt ár.
Fýra ungir svimjarar fingu bronsunál við stjørnu: Oddvá Sedea Nattestad (2006), Sjóhanna Katrina Jacobsen (2008) Silas Dam Lindberg (2008) og Oddvaldur Leivsson (2008). Harafturat fekk Snorri F. Mortensen (2005) silvurnálatíð – nálina fær hann til næstu kapping.
Á hvørjum ári fáa tveir svimjarar steyp fyri hægt FINA-stig. Í ár vóru Vár og Bartal E. Eidesgaard, sum fingu steyp.
Vár fekk 780 stig, sum er 105 stig meir enn næsta kvinnan á listanum.
Bartal fekk 684 stig.
Gløggi myndahyggjarin sær steypalokini á myndini J
Nógvar betringar vóru, so ikki kann sigast annað enn at nýggi høvuðsvenjari okkara, Maciek Hampel, og trúgvi venjarin á 2. liði. Jóannes Huusgaard gera eitt megnar arbeiði.
Okkara luttakarar til FM vóru: Vár E. Eidesgaard (2001), Bartal E. Eidesgaard (2003) Eyðrið Mortensen (2003), Jónas Schiller (2003) Ronja Ró í Dímun (2004), Bjørg Ólavsdóttir (2004) Jóhanna H. Eidesgaard (2004) Villiam Marius Samuelsen (2005), Snorri F. Mortensen (2005), Markus B. Dahl (2005) Kristina í Skála (2005) Oddvá Sedea Nattestad (2006) Áki Eliassen (2006) Isak Brisenfeldt (2006) Dortea Dam (2007) Ninna Johanna Kass (2007) Jóhanna Katrina Jacobsen (2007) Silas Dam Lindberg (2008) Oddvaldur Leivsson (2008), Ólavur Winther Jákupsson (2008) Símun Sámal Joensen (2009) Andrass Thomsen (1982) Heini Hentze (2001) Sakaris A. Sakarisson (2001) Hans Jákup Juul (2001)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo