Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Havnar Fysioterapi: Frá 1. juni 2024 er Jóan Magnus Lamhauge Dalbø partaeigari og partur av leiðsluni í Havnar Fysioterapi saman við Hjørleif Niclasen og Klæmint Isaksen, eins og hann nú aftur er ein partur av samlaða fysioterapitoyminum.

Havnar Fysioterapi hevur eisini klinikkirnar Vága Fysioterapi, Sunda Fysioterapi og Sandoyar Fysioterapi. Umframt hetta, hevur Havnar Fysioterapi eisini ymiskt virksemi í Vælveru Fitness.

-Vit fegnast um at Jóan Magnus kemur aftur, hesuferð sum partaeigari. Hetta verður væntandi ein góður íblástur til framtíðar virksemi okkara, sigur Hjørleif Niclasen

-Síðan eg var liðugur sum fysioterapeutur í 2015, havi eg arbeitt sum starvandi á klinikkum, samstundis sum eg havi eftirútbúgvi meg. Nú haldi eg at tíðin er komin til at reka mítt egna og ístaðin fyri at opna eina klinikk sjálvur, so kendist tað upplagt at seta seg í samband við Klæmint og Hjørleif, fyri at vita um áhugi var fyri samstarvi. Tað var tað, og so gekk tað slag í slag at gera eina samstarvsavtalu og keypa seg inn í Havnar Fysioterapi, ið eftir føroyskum mátistokki er ein stór og vælrikin fysioterapiklinikk, sigur Jóan Magnus.

-Eftir í nógv ár at hava uppbygt ein fysioterapifyritøku, ið er vorðin ein týðandi partur av føroyska heilsuverkinum, er tað ein stór ábyrgd at tryggja at virksemi heldur fram og mennist bæði fakliga og rakstrarliga. Tí eru vit sera fegnir um at Jóan Magnus legst afturat okkara leiðsu- og fakliga toymi, sigur Klæmint Isaksen, ið saman við Hjørleif Niclasen hevur rikið Havnar Fysioterapi síðan 2006.

Havnar Fysioterapi telur í dag 8 fysioterapeutar, ið allir hava ella eru í gongd við serútbúgvingar innan ymisk økir, 1 fysiurgiskan massør og eitt móttøkufólk.

Umframt tætta samstarvið við kommunulæknarnar og aðrar serlæknar og starvsbólkar í sjúkrahúsverkinum, so hevur Havnar Fysioterapi eisini nógv altjóða samstarv.

Sum Certificerað McKenzieklinikk hevur klinikkin eitt tætt samstarv við aðrar aktørar úti í heimi innan hetta øki. Onnur dømi um altjóða samstarv eru OHI International og The Orthotic Group viðvíkjandi serinnleggum, Fysio-Shop í samband við Bauerfeind bandasjur og hjálpitól, Budolfi Privathospital og mangt annað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo