Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyrst vil eg ynskja Hera Reynheim tillukku við formannsessinum í Havnar Arbeiðarafelag.

Nú ført hevur verið fram í rúma tíð, at tey lágløntu í Tórshavn hava ilt við at finna ein leigubústað í kommununi.

Eins og at tað nærum er ógjørligt hjá teimum, at keypa ein bústað, ið er teimum fíggjarliga haldførur.

Meini eg at Havnar Arbeiðarafelag (HA) kundi gingið á odda í royndini, at bøtt um støðuna við at umhugsa teirra íløgu í fastognir.

Eg haldi at HA skuldi givist við at hýst almennari umsiting og heldur farið við lutaíbúðar leistinum, at hýsa limum teirra ístaðin.

Bæði HA og Tórshavn sum heild hava brúk fyri, at limir felagsins frammhaldandi fara at megna at búleikast í Tórshavnar kommunu.

Hevði tað ikki sømt seg betur HA, at selt stásiliga ognirnar á Tinghúsvegnum fyri síðan, at leggja aðra frammtíðarætlan viðv. fastognar íløgum felagsins?

Og sum heldur koma strongdum limum teirra til gagns?

Hugsi at HA óivað hevði fingið 2-3 megnar íbúðablokkar fyri bygningarnar á Tinghúsvegnum.

Bert ein knøpp hugsan um verandi íbúðarstøðu limum felagsins, eins og at umhugsa frammtíðar leið, felagnum og borgarum í Tórshavnar kommunu, at gagni.

Bogi í Gil

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo