Sláið Ring: So var stóra norðurlendska dansistevnan HAVLEIKUR av á hesum sinni.
“Hóast trupulleikar við flogferðsluni fyrstu dagarnar, hevur stevnan gingið uppá stás, og afturmeldingarnar hava verið góðar,” sigur Gunnar Restorff, formaður í Sláið Ring og høvuðsfyrireikari av stevnuni. Serliga er hann glaður fyri stóru luttøkuna hjá ungum fólki.
“Tað hava verið 45 luttakarar millum 15 og 25 ár, og tað er stuttligt at síggja tey ungu vísa so stóran áhuga fyri mentanararvinum,” sigur hann.
Stevnan byrjaði mikudagin 13. juli við stórari, hátíðarligari setan á Vaglinum, hareftir var farið í Norðurlandahúsið at dansa fólkadans, og hevur fólkadansur verið øll kvøldini undir stevnuni. Luttakandi londini hava skiftst um at vísa fram, og læra hvønn annan sínar tjóðskaparligu dansir. Hvørt kvøld varð endað við føroyskum dansi. Stuttligt hevur verið at síggja, hvussu ymiskir dansirnir hava verið, og ikki minst at sleppa at royna teir. Útlendsku dansirnir ganga nakað skjótari enn okkara siðbundni føroyski dansur, so heitt var at dansa í føroyskum klæðum.
Umframt dans í Norðurlandahúsinum, hava útlendsku gestirnir verið runt í landinum og vitjað ymisk dansifeløg. Umframt at gestirnir sluppu at síggja tað besta Føroyar hava at bjóða, nutu fólk í nærumhvørvinum eisini gott av dansiframførslunum, sum vóru tey ymsu støðini, ið vitjað vóru. Fitt av fólki møtti at hyggja, bæði barnagarðar og ellisheim fingu ágóðan av hesum.
Fríggjadagin var møguleiki hjá luttakarunum at tekna seg til fyrilestrar og útferðir. Eitt nú kundi man síggja Vestmannabjørgini og Gjógv. Eisini var skipað fyri spennandi fyrilestrum um ull og føroysk klæðir, siðbundna føroyska árabátin og føroysk fornminni. Luttakararnir lótu sera væl at.
Áðrenn dansin var mentanarkvøld í Norðurlandahúsinum. Her sluppu luttakararnir at hoyra yrkingar og sangir, síggja myndir av føroyskum landslagi og at royna føroyskan viðskera. Hýrurin var góður, tá dansurin byrjaði, og trupult var at enda til tíðina, soleiðis at øll kláraðu midnáttargudstænastuna í Havnar Kirkju.
Tað var sanniliga ein hátíðarlig løta í kirkjuni. Har vóru sálmar sungnir, sum finnast á málunum hjá øllum luttakandi londunum, og kingobólkurin í Tjørnuvík sang í føroyskum búnum. Heri Joensen, prestur, hevði eina sera góða og viðkomandi prædiku, sum veruliga kundi skiljast tvørtur um ymsu mentanirnar sum vóru har, og onkursvegna tvinna saman londini um felags norðurlendsku mentanina. Hetta var sanniliga ein uppliving.
Leygardagin vóru almennar dansiframførslur í Sjónleikarhúsinum, har fólk eisini sluppu at royna seg. Fitt av fólki var og hugdi, og hýrurin var góður.
Stevnan endaði við stórari hátíðarveitslu í Høllini á Hálsi, har borðhald varð hildið eftir føroyskum siði, við talum og felagssangi. So var dansað alla náttina - norðurlendskir fólkadansir í høllini, og føroyskur dansur í kantinuni. Eitt frálíkt kvøld saman við nýggjum og gomlum vinum.
Nú eru teir síðstu luttakararnir farnir úr Eysturskúlanum, har teir hava húsast undir stevnuni og í dag flúgva síðstu gestirnir heim.
At enda fari eg at endurgeva ein part av røðuni hjá Heðin Mortensen til setanina, sum lýsir hetta tiltakið so væl:
“Dans og livsglede er den best mulige blandingen, samtidig får du nye venner og bliver en del af et fellesskap, som er vanskelig å finne andre steder.” Vit gleða okkum til at hitta nýggjum vinum aftur á hinum dansistevnunum undir Nordlek skipanini, og ikki minst at hýsa teimum aftur tá HAVLEIKUR verður aftur. Næst á skránni hjá okkum føroyingum stendur tó stevnan BARNLEK fyri børn og ung, sum verður í Lerum nærendis Gøteborg í Svøríki í juli 2023. Har ætla vit at luttaka fjølment.
Myndir: Álvur Haraldsen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo