Fyrst vil eg siga, at sjálvdan, fyri ikki at siga ongantíð, er nakað gott komið burturúr einum “eyga fyri eyga” høggi.
Nógvar syndir eru til, m.a. siðloysi, girnd, morð, lygnir, avgudadyrkan, klandur osv. Samkyndleiki er ikki størri ella minni synd enn ein onnur. Allar hava ein felagsnevnara, tær skilja meg og teg burtur frá Gudi. Tó eru tær allar til, at fáa syndafyrigeving fyri frá Jesusi, um ein ynskir tað. Men tað er ikki tað, sum eg skal tosa um nú.
Eg eri løgd undir at lumpa og lúgva, í einum lesarabrævið frá Niels Una Dam.
Tó vil skrivarin ikki siga hvat eg havi logið og lumpað um?
Hann sigur, at eg endurgevi lygnir, sum um tær eru sannleikar.
Eg vil fegin bíða eftir svari frá høvundinum.
Hvørjar lygnir eg eri komin við?
Men um onki svar kemur, er tað í fínasta lagi, ynski tær alt tað besta óansæð Niels Uni.
Undrast kann man yvir ting, sum blivu søgd í brævinum. At okkurt bíbilskt bleiv pilka úr, okkurt boð. Ikki øll. Tí ongin kann uppfylla lógina, tí kom Menniskjasonurin.
Eg tosi ikki fyri hini, sum nevnd vórðu, men hetta er ikki nýggjheitir, at blíva skýrd, sum bæði eitt og annað, men tað taki eg gleðiliga við.
Tó er ein spurningur, sum er relivantur at seta sær.
Havi eg bert næstakærleika, um eg eri einig?
Um so var, so elskaði eg ikki mín mann, míni børn og generelt øll onnur. Vit síggja ymiskt uppá ting. Vit hava øll ymiskar meiningar, um alt møguligt.
Tað merkir ikki, at eg ikki elski tey, ella at eg kann liva saman við teimum. Eins væl, sum eg ikki haldi, at tað merkir, at tú ikki kanst elska onkran, sum tú ofta ert óeinigur við.
Sjálvandi kanst tú tað!
Annars skal eg siga, at eg havi absolut ikki, sum nakað aðalmál í lívinum, at ikki loyva fólki, at liva sum tey vilja. Tað er fjas.
Tað er munur á, at liva sum ein vil heima, og hvat verður bjóða fram í einum almennum mentanarhúsi. Porno (tað er til 18 +) og Drags hava onki at gera har.
Skúlar skulu ikki proppa tilfar um homosexualitet niður í børn/ung, sum er so viðkvamt sum tað.
Tað er simpulten ikki teirra uppgáva. Greinsur eru fyri hvat serverast skal fyri børnum/ungum.
Tað var grundaglagið fyri mínum fyrsta lesarabrævið og ikki hvat tú ella grannin gera, tað havi eg onki við at gera.
Men eg má siga, at humor hevur tú eisini í skrivingini, jagla bara víðari uppá baconpetti… herligt!
So til hitt lesara brævið, frá Pól Jóhannus T. Larsen
Um tú hyggur á main stream media, so finnur tú neyvan nakað serligt, sum kundi líkst einum kritiskum sjónarvinkli, uppá nakað sum helst, tað er eftir hondini teirra kennitekin.
Ikki skuldi eg leita leingi á alnótini, fyri at finna mangar listar yvir tvørkynd, sum íðka ítrótt á atletiskum støði og vinna heila bunti. Eg leggji eina leikju niðanfyri, sum hevur ein lista av 29 mannfólki, sum kappast ímóti kvinnum, tí teir føla seg sum kvinnur. Teir 29 hava vunnið alt. Er tað rættvíst? Nei. Er tað rætt? Nei. Tað er skeivt á so mongum økjum.
Eg kundi eisini nevnt ein kendan tvørkyndan mann, Lia Thomas. Hann vann kvinnusvimjing, og har vildu kvinnurnar ikki undir somu brúsur, sum hann. So tær blivu trupulleikin, tí tær vóru órúmligar, elskaðu ikki næstan osv.
Hetta er nakni veruleikin, um vit øll lata eygu og oyru aftur, so er veruleikin har allíkavæl.
Um eg skal setast í hatursbás, tí eg ikki vil undir brúsu, saman við einum tvørkyndum manni í svimjuhøllini. So be it!
Elski eg so heldur ikki allar hinar menninar í Føroyum? Tí eg fari jú ikki inn til menninar at brúsa mær, eg fari í brúsu har sum kvinnur eru.
Tað er bara for látuligt, at man skal skriva lesarabrøv fyri at forsvara, at eg sum kvinna, ikki ynski at deila brúsur/umklæðingarrúm við menn. Langt úti.
Mong foreldur í eitt nú Avstralia og USA, hava eisini varpað ljós á Drag story hour, tey hava lagt video út har protestir hava verið ímóti Drag story hour.
Tit kunnu sjálvi finna nógv tilfar, eitt nú video upptøkur, inniá t.d Youtube, Google osv. har Drag Queens hava dansa frammanfyri børnum, ílatin eins og stripparir. So eg haldi, at onkur man leita betri, tá leita verður. Tann sum leitar, hann finnur.
Pól Jóhannus, tú spyrt: Hvat er trupulleikin við einum persóni við vøkrum hárið og make-up? Svari er onki.
Eg giti, tá eg sigi, at uml.60-80 % av føroyskum kvinnum ganga við make-up dagliga, og tær hava eisini vakurt hár dagliga. Eg vil siga, um man ikki sær mun á eini vanligari skjønnheit og einari yvirdrivið útpenslaðari Drag Queen, vanliga ílatin í onkrum strippara líkari kostyma, so er ketan hoppað av.
Vit hava ymiskar persónar, sum hava søguløtur á føroyskum bókasøvnum. Vanliga ílatin fólk, við vanligum make-up, sum lesa ymiskar púra vanligar barnabøkur. Tað er eitt gott tilboð og gleðiligt mentanartiltak, sum mong gera gagn av. Tað er júst tað børnum tørvar. Tey hava ikki tørv á Drags, tað eru tey vaksnu, sum vilja vísa seg sum Drags.
Eg skal at enda, absolut ikki dylja fyri teimum sexuellu ræðuleikum, sum bæði føroysk og útlendsk børn hava upplivað, í kirkjum/samkomum gjøgnum árini. Tíverri kann ongin organisatión, hvørki ítróttur, samkomur, skúlar og rørslur annars, siga seg frían frá hesum vemmuligheitum. Tí er ikki rættvíst, at bert smekka út eftir kirkjum.
Hóast tað eisini hevur fyrigingið seg har, so er tað ikki bert har.
Pedofilar eru tíverri allastaðnis, eisini í hópatali á alnótini.
Tó kunnu vit gleðast um at fleiri, eitt nú samkomur, eru farin undir at seta strong krøv, tá tað kemur til at arbeiða í barna-og ungdómsarbeiði.
At ljós verður varpað á sexuellan ágang er vegurin fram, og har ger m.a. KRIS eitt megnar arbeiði. Takk skulu tey hava fyri tað.
Hóast eg og tú, Pól Jóhannus, nokk eru óeinig um nøkur ting, so ynski eg eisini tær tað besta.
Leinkjan er niðanfyri.
Heidi M. Johansen
https://adflegal.org/article/transgender-athletes-breaking-records-womens-sports
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo