Tað var ein heilt serlig kensla, at kunna leggja Veðraplátuna á nýliga ístandsetta plátuspælaran.
Eg vaks upp í hasi tíðini, so fyri meg er tað kanska meira at kunna ogna mær ein part av 70´unum, har eg sjálvur var tónleikaliga virkin.
Frá tíðini eftir millum aðrar The Beatles og onnur, var tað líkasum, at tað kom gongd á hetta við poppi og rocki, so tað var ikki serliga løgið, at tað komu mangir bólkir undan kavi.
Sjálvur vaks seg upp innan andaliga tónleikaøkið, so eg kom ofta at standa mitt í hesi tónleikaligu rembingini, har tað ikki altíð var tikið so væl undir við hesum «nýggja».
Kann eisini minnast serstøku Skansastovukonsertirnar, har júst nógvir av hesum nýggju bólkunum vóru at hoyra.
Fyri ein leitandi tónleikara var hetta ein avbjóðing, men tað skuldi so ikki forða mær fyri, at vera partur av hesum.
Ein kann kanska bera yvir við hesum – at tað skuldi vera skilnaður millum andaligt og verðsligt – men fyri ein tónleikarar er tað meira umráðandi, at sleppa at royna seg og at luttaka í tí instrumentala!
Hetta myndaði eisini Hans Carl- og Hildibjart Hansen, tí teir komu eisini úr hesum andaliga umhvørvinum, har tað ivaleyst var í so «trongligt».
Straight Ahead
Millum fleiri av bólkunum kom Straight Ahead út við nógvum góðum, sum onkursvegna gjørdist fólkaogn og setti nýggj mát fyri, hvat føroyski pallurin kundi bjóða.
Eg minnist væl, hvussu hetta hevði jaliga ávirkan á meg, tí tað var ongin ivi um, at hesir garparnir løgdu til brots – við øllum tí teimum var borið!
Vit stóðu á síðulinjuni og undraðust, tí hetta var veruliga nakað nýtt og serstakt, sum var heilt fantastiskt fyri mong av okkum.
Veðraplátan
Í øllum meldrinum kom so Veðraplátan, sum eg tíverri ikki fekk keypt mær, men eg fekk varhugan av, at talan var um eina serliga útgávu.
Útgávan fekk heitið «Straight Ahead», men av serstaka húsanum bleiv hon kallað Veðraplátan.
Hevði hoyrt fleiri av løgunum, men nú var so henda útgávan komin – bert í 500 eintøkum.
Eg var ikki sørt harmur um hetta, so øll hesi 46 árini havi roynt at fingið fatur á henni, men nú bar til.
Havi ikki lurtað nærri eftir eldru útgávuni, men eg kann heilsa og siga, at Óli Poulsen og Finnur Hansen hava lagt eitt meistaraverk úr hondum - FLOTT!
Fríðálvur A. Jensen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo