Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

“Lystfiskernes Paradis” er heiti á bók ið kom út fyrst í 1970-unum. Bókin er ein ferðalýsing um ein Føroya túr hjá nøkrum donskum stuttleikafiskarum síðst í 60-unum, har teir greiða frá einastandandi síla, sjósíla og laksafiskaríi í Føroyum. Tíanverri kundu teir ikki skriva somu frásøgn ídag, men tað kunna vit gera nakað við, so tað aftur verður sum tað var ella enn betur.

Sjósíla og villaksa stovnurin hava tað ikki gott. Inntrivini, har vit sum samfelag hava turrlagt áir fyri at samla vatnið í demningar, tæðing, kloakir sum renna í áir, laksalús á okkara firðum hava skapt eitt ógvusligt inntriv í okkara sjósíla stovn. Villaksa stovnurin sum blómaði í 1970 unum er bara ein viðfáningur, tí so lítið av smoltinum klára seg ígjøgnum teir føroysku firðinir uttan at fáa laksalús á seg.

Myndugleikar stuðla útseting av smolti
Á Fjónu ella Fyn í Danmark hava kommunurnar sligið seg saman fyri at stuðla Lystfiskarafeløgum við útseting av sjósílasmolti, umleið ½ milión smolt verða sett út á ymiskum ósum á Fjóni. Hetta tí at fjóningar vita at sjósílini trekkja til sín fiskituristar, bæði danir sjálvir og útlendingar gjalda fiskikort fyri at kunna fiska sjósíl framvið strendurnar á Fjóni.

Á Bornholm sóu vit herfyri í KvF eina sending um trolling fiskarí eftir laksi á Bornholm. Sum tit sóu, so var einans loyvt at taka fiskaðan laks ið var merktur, tvs útsettan laks. Laksurin er settur út fyri at stuðla uppundir villa laksa stovnin, men er merktur so man veit at hesin laksurin er aldur smolt. Hettar er blivin stórur sportur runt Bornholm og framvið svensku og donskum sjóøki.

Matkovin hjá laksi norðanfyri Føroyar
Tað føroyska sjóøki er í mun til landaøki ómetaliga stórt og m.a. norðanfyri Føroyar er ein av matkovinum hjá laksi. Hesin matkovin kann føða upp stórar nøgdir av laksi, allarhelst minst líka nógv sum vit síggja í Eystursjónum og við Bornholm.

Føroyar sum “Lystfiskernes Paradis”
Hví ikki gera tað sama í Føroyum? Um myndugleikarnar stuðla útseting av smolti, man kann siga at vit bera aftur til nattúruna afturfyri tey inntriv sum hava týnt sjósíla og villaksa stovnin, so kundi Føroyar blivi eitt satt paradís fyri stuttleikafiskarí, sum tað var fyrr.

Støðin við Áir sum smoltstøð til Havbit
Smoltframleiðsla til Havbit fór fram í 1970unum á Fiskaalings støðini við Áir. Her kundi aftur verði framleitt smolt, grunda á villa laksa stammu til útseting. Um nóg nógv av smolti varð sett út kundu vit aftaná nøkur ár møguliga havt sama slag av trollingfiskarí sum vit síggja á Bornholm.

Somuleiðis við sjósílum. Sjósílini fara ikki til havs sum laksurin, men nøra seg runt oyggjarnar og inni á okkara firðum. Útseting av sjósílum, sum á Fjóni, hevði hjálpt stovninum og givið somu møguleikar og afturbering sum á Fjóni. Sjósílini kunna fiskast árið runt, tí tey eru tætt við land og í ósum kring landi og kundu givið møguleika hjá stuttleikafiskarí árið runt, sum í Danmark.

Føroya Sílaveiðifelag og Havbit
Føroya Sílaveiðifelag hevur síðani 1947 virka fyri at skapa betri møguleikar fyri tey sum hava hug at fiska síl og laks. Serliga í 1970 og 1980unum kom nógvur laksur aftur í Leynum og Saksun. Tað vil siga at einaferð hevur tað rigga. Við stuðli frá myndugleikunum og betri umstøður, sum í støðina við Áir, hevði borið til at bygt upp útsetingar, sum kundi givið okkum í Føroyum somu møguleikar sum á Bornholm og á Fjóni.

Havbit og atvinnur
Um ein slík útsetingar ætlan eydnaðist, ein Havbits ætlan, hevði tað kunna skapt avleiddar atvinnur í Føroyum. Ferðavinnan kundi brúkt stuttleika fiskarí fyri at fáa turistar til landið, útróðarmenn kundu brúkt sínar bátar til trolling fiskarí millum oyggjarnar og undir Føroyum og granskingin kundi gjørt kanningar av laksastovnin, hvussu hann ferðast, hvussu hann nørist á havinum osfr.

Vit kunna um vit vilja. Støðin við Áir er har, myndugleikarnar eiga hana, við øðrum orðum vit Føroya Fólk eiga hana. Lat okkum brúka hana okkum øllum at gagni.

Jón í Haraldsstovu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo