Havi lisid tær greinar og hjartasuff sum eru framborðin á torg um koppsetingarætlanina. Havi verið samdur í tí sum frambordið er.
Føldi meg eitt sindur illa nú eg fór avstað í víðu verð og ikki var koppsettur, meðan onnur sum kanska kundu bíða eitt sindur vóru.
Mckinney sáli sum var ein vísur maður segði einaferð, at tað var iórdan at gera mistøk um ein bert rættaði tey.
At tey sum sita í koppsetingarnevndini hava gjørt eitt mistak, tá tey ikki somikið sum nevna útisiglarar í sínari koppsetingarætlan, eri eg vísur í.
Vit koppseta gud og hvønn mann innanlanda í einum landi har eingin smitta er, skúgva til viks ein heilan samfelagsbólk sum ferðast har smittan er, og sum í heilum situr í sóttarhaldi fyri at halda tilmælini.
Vit eru greiðir yvur hvussu umtalan í fjølmiðlunum hevði verið um ein okkara smittaði onnur, so vit sita búraðir inni tá vit koma heim eftir at hava gjørt okkara skyldu til at vørur í heila tikið eru til vega á okkara handilshillum.
Onkur politikkari hevur verið frammi og sakt sína hugsan um hettar mistak. Men eingin hevur rætta hettar og givið koppsetingarnevndini boð at skil skal ráða. Øll sum eg havi tosa við heima skilja ikki at vit sum sigla úti ikki fáa prikið. Vit eru hóast teir sum hava størstan kjans at føra smittuna heim.
Tað sum fekk meg at taka pennin er tað tilboðið sum øll umborð á okkara skipi sum fer í havn í Alaska nú komandi Fríggjakvøld hava fingið.
Amerikanska stjørnin hevur í skrivi til okkum ásanna týdningin av okkara arbeiði og bjóðar tí okkum at blíva vaksineraðir í næstu havn “Dutch Harbour” fyri at lætta um hja okkum og tryggja teirra handil. Tað er greið tala.
So eg vóni at politikkarar næstu ferð ein avgerð skal takast, ikki bara blint lurta eftur “serfrøðini” og læta hana einaráða. Skal tó skunda mær at siga at í allar flestu førun hevur gingið rættiliga væl í Føroyum.
Vit eru sloppin lætt og hava bart niður sjúkuna fleiri ferð við góðum tilmælum.
Við vón um at alt hettar Covid rokið fær ein enda skjótt.
Frits Strøm
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo