Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hvørjum heimi liva umboðini hjá Tjóðveldi og Framsókn í minnilutanum í Tórshavnar býráð í? Ikki í mínum heimi! Ikki tí veruleika, sum hjálparfólk liva í.

Eg eri milt sagt skelkað, hvussu lítið tey hava fatað av, hvussu tingini hanga saman.

Nær skilja tit, at sum støðan er, so hevði at kalla eingin stovnur verið opin, um tað ikki var fyri hjálparfólkini?

Og nær skilja tit, at sum nú er, so eru tað hjálparfólkini, sum manna tveir triðingar av størvunum á økinum og koma at gera tað í mong ár fram, um tey ikki rýma á flakavirkini, tí har fáa tey betri løn?

Og blíva avvarðandi myndugleikar við at gera gjónna stórri, so verða eingi hjálparfólk at halda stovnunum opnum! Og tað er sanniliga brúk fyri teimum ófaklærdu.

Hetta er eitt tað tápuligasta uppskot, eg enn havi lisið. Tit kunnu sanniliga ikki hava fylgt væl við!

Skilja tit ikki, at tað eru ikki øll, sum arbeiða sum hjálparfólk, sum ynskja at lesa námsfrøði?

Tað er altso ikki øll, sum starvast á økinum, sum hava hug at verða námsfrøðingar. Soleiðis er tað bara. Tað eru nógv hjálparfólk við góðum útbúgvingum og áralongum og viðkomandi royndum. Hesi hava hvørki hug ella umstøður at lesa námsfrøði.

Skilja tit heldur ikki, at ein partur av hjálparfólkunum eru ung fólki, sum koma inn eitt ár ella tvey at vinna sær pening til víðari lesnað - og hava heilt aðrar ætlanir, enn at lesa námsfrøði?

Og nú vilja Tjóðveldi og Framsókn hava hesi hjálparfólk á skúlabonk at lesa námsfrøði.

Hvør halda tit, skal gera teirra arbeiði, meðan tey útbúgva seg??

Er tíðin ikki komin til at spyrja, um vit ikki hava brúk fyri øðrum fakbólkum á námsfrøðiliga økinum eisini, so sum teimum sum duga tað kreativa og tað handaliga í t.d. frítíðarskúlum.

Ein pinkalítil partur kemur inn á økið at arbeiða og fer at lesa námsfrøði - og nøkur koma ikki inn á økið at arbeiða, men fara beinleiðis á námsfrøðiskúla.

Summi teirra velja heilt aðra lívsleið ella víðari lesnað, tí hetta var kanska ikki akkurát tað, tey ynsktu. Alt hetta tekur tíð.

Stovnarnir fara aldri at virka uttan hjálparfólkini. Og hesi fara at telja tveir triðingar í mong ár aftrat.

Og gloymið ikki, at hesi hjálparfólk hava nógvar og ofta viðkomandi útbúgvingar, sum verða brúktar hvønn dag, umframt at tey hava lívslangar royndir sum bæði mammur, pápar, ommur og abbar!

Tað stutta av tí langa er, at vit hjálparfólk gera tveir triðingar av arbeiðnum fyri eina lorta løn.

Og vit mugu framvegis regluliga søkja okkara egnu størv umaftur, tí vit eru definerað sum annanflokks starvsfólk.

Tað verður hildið fram at gera mannamun á pedagogum og hjálparfólki. Frá 2017 til 2022 fóru pedagogarnir 5 lønarstig upp, meðan hjálparfólk fóru eitt lønarstig upp.

Hetta hevur ført til, at lønarmunurin er vaksin til millum 9 og 10 túsund um mánaðin – fyri stórt sæð sama arbeiði.

Aftrat hesum kemur, at eftirlønin hjá pedagogum (á serøkinum) er 14% í mun til 12% hjá hjálparfólki. Leggur tú eftirlønina aftrat gevur hetta ein samlaðan lønarmun á næstan 11 túsund kr um mánaðin.

Hetta er ein øgiligur lønarmunur, tá hugsað verður um, at í flestu førum gera hjálparfólk og pedagogar akkurát sama arbeiði á somu stovnum.

“Sum nú er, er lønarmunurin so lítil, at lítið og einki incitament er at fáa sær eina útbúgving", siga Tjóðveldi og Framsókn.

Hvar hava tit hetta frá?

Lønarmunurin er tvørturímóti kolossalur.

Og nú vilja tit gera gjónna enn størri?

Trúgv mær, hetta kemur at gera, at hjálparfólkini heldur fara at sita við kassan í Bónus ella á okkurt flakavirki, har lønin er nógv hægri.

Hetta fer beinleiðis at føra til, at ikki eingang hjálpafólk tíma at gera arbeiðið á stovnunum.

Og hví skulu vit tað? Tað er als einki, sum lokkar!

Lønarfyft til tey lægstløntu! Seriøst? Eftir dagin í dag eru tað framvegis hjálparfólk, sum eru lægstlønt. Og tað eru framvegis hjálparfólkini, sum bera stórstu byrðuna á ansingarøkinum. Eisini eftir lønarlyftið frá Frú Vang.

Ruth Vang heldur kanska, at tað er taktiskt smart at geva námsfrøðihjálparunum stórsta lønarlyftið. Tí fólk flest vita helst ikki, at hesi neyvan teljast fleiri enn 15 í tali.

Hinvegin er gjógvin millum pedagogar og hjálparfólk akkurát tann sama sum frammanundan. So enn einaferð sviku myndugleikarnir hjálparfólkini.

Men alt hetta ljóðar øðiliga gott, tí nú er tað ”tey lægst løntu” sum fáa eitt eyka oyra.

Soleiðis sær veruleikin bara slettis ikki út!

Havi hug at endurgeva borgarstjóran í Havn undan seinasta vali:

“Tá vit tosa um starvsfólk á ansingarstovnum í dagrøktini og á eldraøkinum, so tykist sum at mong hava gloymt hjálparfólkini. Á dagstovnaøkinum verður fullkomiliga sæð burtur frá tí veruleika, at tveir triðingar av arbeiðnum verður gjørt av hjálparfólkum. Henda veruleika mugu vit fyrihalda okkum til.

Hesi eru ikki lønt samsvarandi teirra ábyrgd, og hóast drúgvar royndir, so verða tey ikki førleikament í hóskandi mun. Tað hevur sera stóran týdning, at hjálparfólkini trívast bæði á bústovna- og dagstovnaøkinum. Tí tey gera eitt gott arbeiði millum børn og búfólk, eisini á serstovnum.

Tey hava samstundis fløkt viðurskifti, summi eru limir í Pedagogfelagnum og onnur í Hjálparfókafelagnum, sum nátúrliga átti at fingið samráðingarrætt um egin viðurskifti.

Eisini áttu hjálparfólkini at fingið løn, sum svaraði til teirra ábyrgd.” Citat endað.

Vónandi hava vit hjálparfólk onkran, sum vil tosa okkara søk, tí framat onkrum av mynduleiknunum tykist ikki at vera lætt at koma!

Vit bíða enn eftir innbjóðingini frá Ruth Vang til Hjálparfólkafelagið, sum er einasta fakfelag bara fyri hjálparfólk.

Hjálparfólkini eru um nakað verri fyri í dag enn undan valinum. Og tá øll eru so samd um, at “tey lægstløntu” skulu hava eitt lønarlyft, má eg so líka viðmerkja, at hjálparfólkini framvegis eru lægstlønt og gjógvin er ikki vorðin minni, Nei hon er so stór, at vit verða vekk skjótt burtur í henni.

Og tað er áðrenn sáttmálasamráðingarnar. Og har verður einasta felag, sum bara arbeiðir fyri hjálparfólk, hildið uttanfyri.

Her skulu stórar broytingar til. Høvdu bara øll hjálparfólk staðið saman, ístaðin fyri at ríka Pedagogfelagið upp, so kundu vit forðað fyri, at lønargjógvin og mismunurin verður enn størri.

Laila Rólantsson, skrivari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo