Ein lítil samkoma var savnað á Fíggjardeildini hjá Tórshavnar Kommunu í farnu viku, nú ikki færri enn 5 fólk hava starvast á Fíggjardeildini hjá kommununi í rúma tíð. Samlað hava tær starvast í Tórshavnar kommunu í 100 ár.
Poula Johansen hevur 35 ára starvsdag, Jóhanna Norðfoss hevur 25 ára starvsdag, Tina Johannesen hevur 20 ára starvsdag, Liss á Fjallinum hevur 10 ára starvsdag og Emmily Saxov hevur 10 ára starvsdag.
Niels Juel Arge, leiðari á Fíggjardeildini beyð vælkomin, og Annika Olsen helt røðu fyri teimum og handaði gávur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo