Tórshavnar kommuna: 75 ár í kommunalari tænastu. Tað er veruleikin hjá Dagny Isaksen og Margrith Simonsen, sum hava starvast í Barnatannrøktini hjá Tórshavnar kommunu í ávíkavist 45 og 30 ár.
Hetta varð hátíðarhildið á samkomu í tannlæknastovuni í Tórsgøtu í vikuni.
Til høvið handaði Heðin Mortensen, borgarstjóri, Dagny Isaksen gullheiðurstekin Tórshavnar kommunu, og Margrith Simonsen varð heiðrað við silvurheiðurstekini Tórshavnar kommunu.
Á móttøkuni bar borgarstjórin fram eina heilsan til tær báðar sum tøkk fyri trúføstu tænastu teirra.
Borgarstjórin segði m.a.:
Dagny Isaksen, tú varð sett í starv sum klinikkassistentur í Barnatannrøktini 15. oktober í 1978. Sostatt hevur tú verið í starvi í barnatannrøktini í samfull 45 ár.
Fyri 5 árum síðani fekst tú Dronningens fortjenstmedalju eftir 40 ár í starvi. Tað er ikki hissini!
Tú hevur øll árini verið ein trúgvur og góður tannatstøðingur. Tú fert stillisliga við hurðunum, og vit kunnu vera vís í, at tað, sum tú átekur tær at gera, tað verður gjørt til lítar.
Tú byrjaði á sinni eitt stutt skifti hjá Erling Simonsen, sála, síðani hjá Kjell Kojan, norska tannlæknanum, ið var í Barnatannrøktini eitt 2 ára skifti.
Seinni arbeiddi tú saman við Sigrid, síðan Katrin Reinert og seinastu mongu árini saman við Elspu Samuelsen, har partíðarstarvið verður deilt við Karlu Dahl.
Eg fari at takka tær fyri drúgva tænastu og ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo