Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Rógvi Olavson, formaður í kringvarpsstýrinum, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Rógvi Olavson, formaður í kringvarpsstýrinum, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Rógvi Olavson, formaður í kringvarpsstýrinum, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Almanna- og Mentamálaráðið: 30. mai 2024 var nýggjur public service-sáttmáli undirritaður millum Kringvarp Føroya og Almanna- og mentamálaráðið. Endamálið við public service-sáttmálanum er at lýsa, hvussu stovnurin tænir Føroya fólki í einum ávísum tíðarskeiði. 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, fegnast um, at partarnir hava skrivað undir sáttmálan, tí hann er eitt týdningarmikið amboð hjá myndugleikanum og stovninum til at seta nøkur felags mál út í kortið. Public service-sáttmálin er ein yvirskipaður karmur hjá kringvarpsstovninum til at útinna sítt virksemi innan fyri.

Í § 10 í kringvarpslógini er ásett, hvørjar skyldur Kringvarpið yvirskipað hevur, men við sáttmálanum fæst høvi til at seta tíðarbær mál og lofta teimum møguleikum og avbjóðingum, sum sáttmálapartarnir síggja fyri sær komandi fýra árini.

Public service hevur ein serligan týdning í fólkaræðinum. Public service er óheft bæði at politisku skipanini, handilsligum áhugamálum og bindingum sum heild. Tað er uppgávan hjá miðlunum at halda valdshavarunum í skák og seta tey ráðandi til svars fyri avgerðir, at greina, upplýsa, kunna og gera fólk betur før fyri at taka støðu í ymiskum málum. Fólkaræðisligu miðlarnir fyribyrgja korruptión, geva gjøgnumskýgni og vitan, søkja sannleikan gjøgnum keldukritikk og eru sum eitt sáld, sum filtrerar tað tunna og týdningarleysa frá og hevur substansin eftir.

Nýggi sáttmálin er bert triði sáttmáli, ið er gjørdur millum partarnar. Sum nakað nýtt skal ein javnstøðupolitikkur orðast, og týðiligir málsetningar eru gjørdir fyri fleiri øki. Størri dentur verður lagdur á føroyskt mál og tilfar til børn og ung. Sáttmálin skrivar seg inn í tíðina sum eitt amboð í eini tøkniliga avbjóðandi tíð við stórliga broyttum miðlavanum.

Public service-sáttmálin verður galdandi fyri tíðarskeiðið 1. juni 2024 til 31. mai 2028. Teir fyrstu sáttmálarnir vóru gjørdir fyri tíðarskeiðini 2011-2013 og 2017-2020.

Les Public Service-sáttmálan her.

Sáttmálin í stuttum
Public service sipar til at vera í “fólksins tænastu.” Endamálið við public service-sáttmálanum er sostatt at lýsa, hvussu Kringvarp Føroya tænir Føroya fólki. Sáttmálin lýsir virksemið hjá stovninum og tær kjarnuuppgávur, sum skulu loysast.

Í lógini um Kringvarp Føroya er heimilað landsstýrisfólkinum, eftir orðaskifti í løgtinginum, at undirskriva ein tíðaravmarkaðan public service-sáttmála við Kringvarp Føroya um at raðfesta og tryggja ávísar nærri allýstar public-service skyldur. Partarnir vóna, at hesin sáttmálin, sum er galdandi frá 2024 til og við 2028, kann virka fyri, at Kringvarp Føroya fær eitt gott grundarlag at røkja sínar public service-skyldur og fyri at virka í fólksins tænastu.

Virksemið hjá Kringvarpi Føroya verður sambært kringvarpslógini fíggjað við kringvarpsgjaldi, kunngerðarinntøkum, sponsorering og øðrum virksemi, sum er knýtt at uppgávum stovnsins. Allar raðfestingar og skyldur, sum eru nevndar í sáttmálanum, eru tongdar at einum nøktandi fíggjarligum grundarlagi.

Kringvarp Føroya hevur, sum sjálvstøðugur, almennur stovnur, týðandi public service-skyldur mótvegis Føroya fólki. Kringvarpið skal miðla og mynda føroyska mentan í breiðastu merking. Stovnurin hevur somuleiðis alstóran týdning fyri fólkaræðið í landinum, tí hann í virksemi sínum varpar ljós á og elvir til kjak um samfelagsviðurskifti.

Kringvarp Føroya skal framleiða og senda dygdargott tilfar, sum fólkið kann kenna seg aftur í, og á henda hátt virka fyri, at øll fólk gerast betur før fyri at taka støðu til og ávirka samfelagsgongdina fólkaræðisliga. Hetta merkir, at stovnurin bindur seg til at tryggja eitt breitt útboð av sendingum og tænastum fyri alt Føroya fólk umvegis ymiskar pallar.

Kringvarpið fer í 2024 at leggja eina ætlan fyri allan stovnin, sum skal virka innan fyri karmarnar á hesum sáttmála, og har endamálið er at røkka 4 av 5 føroyingum hvønn dag.

Harafturat eru fleiri ítøkiligir málsetningar fyri komandi sáttmálaskeið, sum verða nærri lýstir á næstu síðunum. Til dømis kunnu børnini gleða seg til fleiri barnasendingar á fleiri pallum. Stovnurin fremur serlig átøk á ungdómsøkinum fyri at fáa tey ungu at brúka føroyskt tilfar. Kringvarpið veksur um nøgdina av týddum og tekstaðum tilfari. Fleiri siðmennandi sendingar vera á skránni. Ein nýggj og tíðarhóskandi journalistisk stevna skal orðast, sum skal málrætta framleiðsluna og lyfta góðskuna uppaftur meir. Kringvarpið mennir talgildar pallar, soleiðis at tað verður ómakaleyst at njóta breiða útboðið av sendingum og tænastum, bæði nýtt og gamalt, sum eru fyri alt Føroya fólk.

Umframt skyldurnar at miðla aktuelt og mentanarligt miðlatilfar til Føroya fólk, hevur Kringvarpið eisini tvær kritiskar funktiónir fyri samfelagið, sum eisini eru ásettar í kringvarpslógini. Kringvarpið er tilbúgvingarstovnur og skal í sambandi við váðar og vandar vera til reiðar at varpa út boð í samstarvi við lands- og kommunutilbúgvingarnar. Kringvarpið umsitur eisini miðlasavnið, sum inniheldur alt miðlatilfar, sum er framleitt í Føroyum, síðan Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya byrjaðu at senda í ávikavist 1957 og 1984

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo