Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

- Vit skulu skaffa ímillum eina og hálvaðru millión krónur áðrenn vit kunnu fara í gongd. Vit ætla at vera púra viss í, at henda verkætlanin ikki fær somu lagnu sum svimjihylurin fekk, so tí vilja vit hava 80% av fíggingini uppá pláss, áðrenn vit byrja. Tað sigur Thomas Joensen, sum er ein av fyrireikarunum til ætlaða Ovasavnið í Nólsoy.

Nevndin eigur longu nú hálva millión krónur á bók til verkætlanina.

Stuðulsnevndin skrivaði stutt áðrenn ársskiftið undir leigusáttmála við kommununa um økið, har savnið skal vera. Sjálvt byggiloyvið kom uppá pláss longu árið frammanundan.

- Vit rokna við, at samlaða verkætlanin fer at kosta ímillum hálvatriðju og tríggjar milliónir krónur. Vit hava um hálva millión, so tað vil siga, at vit skulu skaffa í øllum førum eina og helst hálvaaðru millión afturat, sigur Thomas Joensen við VP.

Nú verður søkt hjá ymiskum, sum kunnu hugsast at vilja stuðla, og tey hava fingið fleiri jaligar ábendingar, sigur hann. Eisini verður arbeitt við ymiskum tiltøkum, sum ætlandi skulu útvega pengar til ætlanina.

Thomas Joensen upplýsir eisini, at fyrireikararnir fegnir vilja, at Ovasavnið skal hava eitt almannagagnligt endamál.

- Skúlanæmingar kunnu til dømis koma her at læra um Ova og hansara brøgd, og um týdningin av at seta sær mál og fylgja hjartanum, uttan mun til hvat fólk annars halda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo