Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Sjúklingar sendir til Aalborg at skannast heldur enn til Klaksvíkar
Spurningar:
1. Kundu teir 28 sjúklingarnir, sum Landssjúkjahúsið nýliga hevur ávíst til Aalborg at skannast, ístaðin verið sendir til Klaksvíkar?
2. Hvat er meirkostnaðurin av at senda hesar 28 sjúklingarnar til Danmarkar í mun til, at teir blivu sendir til Klaksvíkar sjúkrahús?
Viðmerkingar:
Jóhan Poulsen, urolog, sigur, at skannarin í Klaksvík kann skanna fyri prostata beinanvegin – í dag um tað skal vera - og allar avtalur við Aalborg sjúkrahús eru komnar uppá pláss.
Mótsatt hesum sigur Steinar Eirikstoft, stjóri á Landssjúkrahúsinum, at stórt fyrireikingararbeiði enn er eftir at gera, áðrenn sjúklingar kunnu sendast til Klaksvíkar. Møguliga einaferð eftir summarferiuna kunnu sjúklingar sendast til Klaksvíkar at skannast innan urologi, sigur hann.
Serfrøðingur á økinum sigur eitt, meðan stjórin á LS sigur nakað heilt annað.
Haldi at allir partar í málinum og serliga hesir 28 sjúklingarnir og teirra avvarðandi hava krav uppá at vita, hvør sannleikin er.
Føroyski skattaborgarin hevur eisini krav uppá at vita, hvussu hansara peningur verður umsitin.
Ein av okkara størstu uppgávum sum myndugleiki er at fáa skattaborgarans pening at strekkja sum longst. Serliga nú í hesum døgum, har arbeiðarin stríðist fyri at fáa nakrar krónur uppá tímalønina.
Tað er beinleiðis ábyrgdarleyst at velja dýrar loysnir, sum eins væl kundu verið gjørdar bíligari og betri, sum í hesum førinum.
Á Løgtingi, 7. juni 2024
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo