- Skuldin nærkast 100% av BTÚ hjá øllum heimsins londum, og tað gongur ikki í longdini. Skuldin hevur ikki verið størri síðani Napoleonskríggini, nakað so ljóðaði ávaringin hjá norska formanninum fyri World Economic Forum, Børge Brende (myndin), tá hann í dag setti ein serligan fund hjá felagsskapinum í Saudi-Arabia, skrivar CNBC.
Yvir 700 leiðarar úr stjórnum, fyritøkum og felagsskapum skulu umrøða ymsar spurningar so sum skuld, vitlíki og støðuna í Miðeystri á fundinum, sum endar í morgin.
Skuldarspurningurin hevur áður verið frammi, seinast í frágreiðing frá Altjóða Gjaldoyragrunninum, IMF, sum millum annað sigur, at serliga USA og Kina hava alt ov høga skuld í mun til tað sum gott er.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo