MRCC Tórshavn: Tað hevur verið leitað allan seinnapartin eftir teimum báðum saknaðu í økinum, har Kambur sakk. Fleiri skip eru komin afturat at leita.
Nevnast kann íslendsku Hoffell og Bardi, írski Sheanne, russiski Lazurny.
Sum nevnt samskipar Brimil leitingina á staðnum.
Skipini hava funnið vraklutir, sum stava frá Kambi.
Eitt bretskt P-8 flogfar er eisini komið upp í leitingina og danski Challenger flúgvarin er ávegis og verður on scene kl 1745. Hann kann vera á staðnum í tríggjar tímar.
Vindurin er nógv minkaður, men tað er framvegis tung alda. Ætlanin er at leita so leingi, sum til ber.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo