Talan er um eitt virki hjá fyritøkuni Lerøy Seafood í Noregi. Tað virki skuldi vera keldan til smittuna, sum í 2022 gjørdi at 19 fólk í Svøríki gjørdust álvarsliga sjúk. Sjey teirra doyðu.
NRK skrivar, at fyritøkan hevur fingið boð um at kunna øll síni viðskiftafólk um vandan sum kann standast av at eta fiskin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo