Tað hevur verið trupult at manna danska verjuskipið Vædderen, sum oftani er í føroyskum sjógvi. Men nú hava tey stytt um mynstringartíðina, og tað hevur hjálpt, skrivar dr.dk.
Vanligt hevur verið, at hvør mynstring umborð á Vædderen hevur verið 8 ella 9 vikur, men nú er tað stytt til seks vikur, verður sagt.
Manningin hevur hildið, at tað er ov leingi at vera burtur frá familjuni, ikki minst tí, at tá teir høvdu frítúr varð eisini roknað við, at teir kundu taka eina hond í við viðlíkahaldinum, um tørvur var á tí. Men eisini tað er broytt, so onnur taka sær av teimum uppgávunum.
Áðrenn broytingarnar manglaðu 23 faklærd umborð, nú er tað komið niður á 5 ella 6, skrivar dr.dk.
Manningin á Vædderen telur 60.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo