Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

LGBT+ Føroyar skrivar: Hóast stórar broytingar eru hendar til tað betra seinastu árini hjá LGBT+arum, so er framvegis nógv eftir at gera –  bæði tá tað kemur til hugburð og rættindi.

Vit síggja ein vaksandi og álvarsligan trupulleika í okkara samfelag, sum ger gerandisdagin fyri nógvar LGBT+arar ótryggan. Nógvir ungir lgbt+arar siga frá haturstalu og ágangi í almenna rúminum.

Tey ungu siga frá upplivingum og hendingum, sum fara langt út um tað, vit eiga at góðtaka. Alt ov nógvir ungir LGBT+arar siga frá søgum, har spýtt verður eftir teimum, har tey verða hótt, sligin, niðraði og spottaði.

“Tað verður rópt eftir mær og eg eri eisini blivin hóttur”

“Havi upplivað at fólk hava spýtt eftir mær”

“Eri blivin skallaður”

“Einaferð varð eg forfylgdur frá SMS oman í Steinatún, teir róptu “bøssi” og kastaðu kavabløk eftir mær allan vegin oman”

“Eg varð sligin i búkin, tí eg dansaði við einum drongi”

“Ein trøllvaksin maður segði við meg: Far heim og hong teg sjálvan”

Tað hevur víðfevndar avleiðingar fyri tey ungu, sum verða útsett fyri hesum og tann ótryggleikin, hetta skapar, ávirkar tey eisini sálarliga og ger lívið hjá teimum óneyðuga trupult.

Í nýggjari spurnarkanning sum LGBT+ Føroyar hevur gjørt siga 67% av LGBT+arum seg verða happaðar í skúlanum vegna sína kynsligu sannføring ella samleika. Í náttarlívinum er talið 47%, meðan 37% siga seg verða happaðan á sosialu miðlinum vegna sína kynsligu sannføring ella samleika.

26% av LGBT+arum hava upplivað hatursbrotsverk, tað vil siga at tey hava verið fyri kropsligum ella sálarligum harðskapi vegna sína kynsligu sannførling ella samleika.

47% sig seg ofta ella dagliga hoyra orð sum bøssi, gay bøssut osfr. verða brúkt niðurgerandi.

Haturstala og ágangur hvørvur ikki av sær sjálvum! Vit mugu øll HVØNN DAG OG ALLASTAÐNI, har vit eru, tala at, leggja uppí og verja tey, sum verða niðurgjørd ella álopin. Vit eiga øll ábyrgdina av at skapa trygg almenn rúm, har vit øll kunnu vera, júst tey vit eru.

Tað er tí umráðandi, at vit øll ganga lið um lið á ársins Faroe Pride mikudagin 27. Juli kl. 16.00 og vísa, at haturstala og ágangur ongan rætt eigur í okkara samfelag, og at ongin skal bera ótta fyri at verða niðurgjørdur ella álopin, tí tey eru LGBT+arar.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo