Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Gjørdist forvitin ein dagin, tá okkurt var sent mær á Messenger. Eg skimmaði greinina niður eftir, og at síggja til var tað bara ein av hesum vanligu spottandi og niðrandi greinunum hjá Óla Breckmann um tey vinstrahallu, samstundis sum Fólkaflokkurin varð hevjaður til skýggja.

Tá eg longst niðri í greinini kundi lesa um størsta valsvik í søguni, sum skuldi vera framt á amerikanska forsetavalinum, og at vinstrahallar “runurottir “saman við Democrats nú ráða í USA, hugsaði eg, at hetta bara var ein endursending hjá stavnamanninum.

Men so sá eg, at eg sjálvur var nevndur – ikki færri enn tvær ferðir. Tí hesar reglur.

Greinin tykist vera ætlað sum ein verja av Peturi W. Háberg, sála, sum Óli Breckmann heldur hava fingið órættvísa viðgerð í einari grein, sum Hanus Kamban skal hava skrivað í Dimmalætting.

Sjálvur hevur undirritaði ikki lisið ta greinina, men við allari virðing fyri Peturi W. Háberg og familju hansara, so hevur hann ikki uppiborið at gerast partur av hesi ónærisligu og mannminkandi grein hjá Óla Breckmann.

Var ætlanin at verja ein deyðan mann, sum ikki fær svarað fyri seg, ímóti niðrandi umtalu, so var tað alla æru vert. Men í síni grein svertar Óli Breckmann sjálvur øll, sum liggja eitt vet til vinstru fyri hann sjálvan, niður í sand og øsku. Fleiri teirra eru navnsnevndir føroyingar, ið eisini hava ligið undir moldum í nógv harrans ár, og tískil heldur ikki fáa svarað fyri seg.

Í einum reglubrotið viðger hann Sigurd Joensen og Karsten Hoydal, sum báðir hava ligið undir grønutorvu í fleiri áratíggju. Hesir hampamennirnir, ið bara høvdu eina aðra politiska kós enn politiski demagogurin Óli Breckmant, verða politiskt niðurgjørdir og hunddálkaðir, og annar teirra verður skuldsettur fyri at hava sungið úr Reyðu Bók Mao Tse Tungs í Beijing yvir 45-50 milliónum líkum.

At hann skal koma sær, og at hann kann rúma eitt sovorið hatur, stavnamaður Fólkafloksins í áratíggju.

Dagblaðið, málgagn Fólkafloksins, sum hann var ábyrgdarblaðstjóri fyri, varð brúkt sum hansara persónligi politiski spilliklútur. Øll, sum vóru vinstravend, vóru snúltarar, ið bert dugdu at kráma inn undir seg til seg og síni, og ongin teirra gav nakað aftur til samfelagið.

Gekk ein í úlpu, so var ein sambært Óla Breckmann helst kommunistur. Lesararnir fingu at enda eitt sovorðið vaml fyri Dagblaðnum og politisku sjónamiðum blaðstjórans, at blaðið fór til grundar.

Tað, sum átti at verið kjarnan í greinini hjá honum, og sum ein við sera góðum vilja onkunstaðni kann fáa fatan av kanska eisini vóru upprunaligu ørindini, er, at vit øll kunnu hava hildið við skeiva liðnum onkuntíð, tikið tað ringa fyri tað góða. Tí vit ikki vistu betur. Tí vit ikki kendu veruligu søguna og støðuna.

Sum Jústinus Eidesgaard hugleiddi á sínum facebookvanga nú ein dagin: “Onkuntíð ivist eg, um eg ikki sjálvur hevði tikið undir við nazistisku rørsluni, um eg vaks upp sum unglingi í tríatiárunum.”

Men hjá Óla Breckman snýr tað seg fyrst og fremst um at profilera síni menniskjafíggindaligu og ekstremu politisku sjónarmið. Tað ger tað hvørja ferð. Uttan sømuligheit og virðing fyri øðrum menniskjum, sum ikki meina akkurát tað sama sum hann.

At eg verði skýrdur professionellur fólkaflokshatari av júst hesum manninum, taki eg sum eitt stórt herðaklapp. Eg havi tó ikki sum onkur annar arvað mín politiska lit, og tíbetur havi eg ikki arvað tað hatursins DNA, ið hevur eyðkent stavnamann Fólkafloksins í aratíggju, og sum hevur verið hansara poltiska drívmegi í herferðini ímóti øllum, sum hava eina ørðvísi politiska hugsón enn hann sjálvur.

Sum 15-16 ára gamal tók eg eina politiska avgerð í gomlu Dansistovni í Sørvági. Tann avgerðin hevur verið mítt politiska stavnhald til henda dag.

Eg var, sum øll onnur, barn av míni samtíð. Nógv børn tá í tíðini høvdu ongan pápa, tí at pápin var gingin burtur við skipi. Hjá mær og øðrum við var pápin bretskur herðmaður, soleiðis at vit vóru sokallað krígsbørn. Tað hevur verið tungligt hjá støkun mammum og eftirsitandi einkjum, fleiri við nógvum børnum, hesa døpru tíð.

Eg giti, at nógv av hesum børnum eins og undirritaði ofta hava verið hjástødd, tá pápi at onkran av vinunum kom aftur av skipi. Ofta komu teir úr Bretlandi, Noregi ella øðrum fremmandum londum. Tá fingu hesir vinmenninir ella vinkonurnar hópin av karamellum og øðrum góðgæti, fín klædnapløgg, , stýrisletur, sparkarar og annað gott.

Løgið nokk, so kendi eg ongantíð øvund ímóti vinunum fyri tað, sjálvt um eg stóð sum eygleyðari við ongum. Uppá ein ella annan máta, so viðurkendi tú, at soleiðis var veruleikin tá, og tað kundi tú einki gera við uttan at góðtaka tað.

Sum 15-16 ára gamal var eg á politiskum fundi í gomlu Dansistovuni í Sørvági. Hetta gjørdist ein av størstu hendingum í lívi mínum, um eg síggið burtur frá, tá eg møtti henni, ið seinri gjørdist kona mín, eins og tá vit vóru vælsignað við seks børnum.

Tað var størsta politiska reystmenni, ið Føroyar hava fostrað, nevnliga stovnari Javnaðarfloksins Petur Mohr Dam, sáli, sum var fremsti røðarin. Petur Mohr Dam, sum upp á eitt stutt áramál, eftir at Javnaðarflokkurin vann leiðsluna í Tinganesi, framdi tað politiska bragdið, ið flutti Føroyar áratíggju fram á leið.

Eg sat á næstu rekkju, tá formaður Javnaðarfloksins legði síni politisku sjónarmið fram. At kenna nærveruna hjá hesum politikara kann illa sigast frá; eg fekk eina kenslu av, at hann tosaði við meg persónliga. Og eg sá fyri mær – sum hálvvaksin tannáringur – at bæði ein virðilig fólkapensjón, stuðulsskipanir innan skúlaverkið, ein nymótans fiskifloti o.s.fr vóru í eygsjón.

Her sást og hoyrdi tú ein, sum var meira menniskja enn politikari. Ein mann við kenslum, ið var fult greiður yvur, at fjøldin hevði brúk fyri einum samhaldsføstum politikki. Einum politikki, har eisini vanligi fiskimaðurin við stuðli úr 60 millióna grunninum kundi ogna sær nymótans fiskifør.

Eftir fáum árum høvdu fiskimenn við áræði ognað sær umleið 50 nýmótans línubátar. Hetta var fyrstu og einastu ferð, at norskir fiskmenn øvundaðu føroyingum, at vit høvdu ein nymótans fiskiflota, sum tá var langt frammanfyri teirra – ja, vit høvdu tann mest nymótans línufiskiflota í øllum heiminum.

Um tað mundi høvdu Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin saman við Gamla Sjálvstýri staðið sum ryssa yvir deyðum fyli í tvey valskeið við metstórum arbeiðsloysi. 3.000 føroyingar vóru noyddir til Íslands at lívbjarga sær, annaðhvør á sjógvi ella á landi, og hópur av sjómonnum mynstraði eisini við týskum og bretskun trolarum.

Tann stolti trolaraflotin, ið vinnupolitikkur Fólkafloksins sambært Óla Breckmann átti heiðurin av, og sum, eisini sambært honum, hevði avloyst gamla flotan – tær flótandi líkkisturnar við 23 monnum – var seldur sum gamalt jarn, tá kolaprísirnir fóru til himmals.

Sama hvat konspirasjónsteoriir og søgufalsan stavnamansins siga, so er tað ein óreingiligur veruleiki, at fyrstu ferð Javnaðarflokkurin fekk leiðsluna í Tinganesi, fekk vanligi fiskimaðurin eisini møguleika at útvega sær nymótans línubátar við 10 prosentum í eginpeningi.

Hesin fiskiflotin var grundarlagið undir øllum framburði bæði á sjógvi og landi í trýssunum og hálvfjerðsunum. Og hann var eisini við til at leggja lunnar undir tað samhaldsfasta samfelagið, sum nógvar tjóðir misunna okkum í dag.

Eg havi havt tað á orði fyrr, at størstu politiku brøgd nakrantíð í føroyskari politiksari søgu, er politiska telvingin í fleiri umførum hjá teimum báðum formonnum Javnaðarfloksin, feðgunum Peturi Mohr Dam og Atla Dam, ið báðir eru farnir um sýn

At hesir báðir á odda fyri Javnaðarflokkin fleiri ferðir kundu telva so væl ímóti tveimum liberal-konservativum flokkum, javnt stórir við Javnaðarflokkin, at vit í dag hava eitt tað besta samhaldsfasta samfelagið í heiminum, tað er eitt politiskt bragd uttan líka.

Frank Davidsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo