Sandoyggin gongur í einum gleðisrúsi, Sandoyartunnilin letur upp 21. desembur.
Tunnilin kemur út í Traðardali, sostatt kemur hann út í Sands Kommunu.
Í dag 24. okt. 2023 lesi eg eitt heldur ljótt og niðrandi bræv frá Sands Kommunu, sum eg haldi ongastaðni hoyrir heima í einum samstarvi sum Sandoy.
Eftirsum eingin avsendari stóð undir hesum niðrandi tíðindaskrivi, ringdi eg til borgarstjóran á Sandi og spurdi hann hvør hevði skrivað. Hann svaraði: Eg eigi hvørt orð!
Jamen, tað fái eg einki gjørt við, men Heri, hatta var ljótt gjørt av tær!
Men góðu tit øll, hondina á hjarta, eg havi ongan ONGAN fund verið boðaður til um tilbúgvingina í Sandoynni, hvørki av Hera Sverrasyni ella Heðini Mortensen.
Skopunar Kommuna fekk fyri einum trimum mánaðum síðani eitt bræv um tilbúgving, eg legði hetta fyri fund í Skopunar Kommunu. Vit samtyktu, at hava felags brandlista við restina av Sandoynni og at okkara útgerð skuldi vera til taks.
Eg haldi, at hinar kommunurnar gjørdu tað sama, men tað skal eg ikki svara fyri.
Fyri kortum høvdu vit ein fund í Eldrasamstarvinum, tá segði Heri við meg: “formaðurin, kann eg fáa nakrar minuttir at greiða frá tilbúgvingini?”
Hann brúkti einar tríggjar minuttir og vísti á eitt samstarv við Tórshavnar Kommunu.
Eg havi onkuntíð bara spurt Hera um tilbúgvingina, tí eg helt, at vit gjørdu hetta líka væl í felag við felags brandlista sjálvi í Sandoynni.
Nú hoyrdi eg Heiðin Mortensen í KVF, sum tann stóra bjargaran fyri Sandoy, í størsta Robin Hood stíli.
Men Heðin, tú hevur aðrar oyggjar, har tú er borgarstjóri, kanska sakna tær eina hond frá tær.
Til síðst, hetta bakbitið vil eg vísa aftur upp á tað harðasta!
Bestu heilsu til Sandoyar Sýslu, vit eiga øll at gleðast nú, um tað fasta sambandið.
Gerhard Lognberg
Borgarstjóri í Skopunar Kommunu og
fyrrverandi løgtingsmaður
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo