Flaggdagshaldið í ár verður øðrvísi enn vanligt.
Vaglið verður flaggskrýtt, men koronasmittan ger, at ístaðin fyri at savnast á Vaglinum, fara nakrir tónleikarar úr Havnar Hornorkestri at spæla «Sjá, tú blánar« og aðrar sangir fyri búfólkunum á Boðanesheiminum.
Tiltakið verður stroymt fyrrapartin klokkan 11, og fólk kunnu fylgja við á torshavn.fo
«Um enn nær ella fjart
ert tú sál míni kært»
Soleiðis yrkir Hans Andrias Djurhuus í flaggsanginum «Sjá, tú blánar». Í ár er fjarstøðan størri enn vanlig, men Merkið verður eisini fagnað í Tórshavnar kommunu flaggdagin.
Klokkan 15 flaggdagin fer Jóannes Eidesgaard, fyrrvernadi løgmaður, at bera fram flaggrøðu í Útvarpinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo