Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Almanna- og Mentamálaráðið: Seinnapartin var hátíðarhald við minnisvarðan Móðurmálið, sum stendur við Fróðskaparsetrið og Landsbókasavnið á J.C. Svabosgøtu í Havn. Minnisvarðin er reinsaður, so hann stendur nærum eins nýggjur sum fyri 75 árum síðani, tá hann varð avdúkaður.

Tórshavnar Manskór undir leiðslu av Jógvani Thomsen setti dám á hátíðarhaldið og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, helt røðu.

Í røðu síni kom landsstýriskvinnan inn á stóra týdningin, ið móðurmálið hevur fyri okkum sum fólk og tjóð.

Eins og til avdúkanina fyri 75 árum síðani, varð tjóðsangiurin sungin.

Síðani varð boðið til kaffi á Landsbókasavninum, har áhugaverd framsýning var við myndum frá hátíðarhaldinum fyri 75 árum síðani og øðrum áhugaverdum tilfari.

Røðan er prentað niðanfyri:

Minnisvarðin móðurmálið

Mildar veittrar tendraðu ein vita,
Føroyum stjørnuleið frá øld til øld.

Hátíðarligu orðini eigur Janus Djurhuus, sum skrivaði tey í yrking til Hammershaimb próvst á 90 ára føðingardegi hansara 25. mars í 1909.

Orðini eru rist í minnisvarðan Móðurmálið, sum varð reistur V.U. Hammershaimb, faðiri at føroyska skriftmálinum til heiðurs, og sum Janus Djurhuus fekk heiðurin at avdúka á hátíðarhaldi tann 25. mars 1948.

Í skúlablaðnum frá 1948 er røða Janusar endurgivin, har hann millum annað sigur um minnisvarðan, at hann er gjørdur úr tí tilfari, ið Føroyar eru bygdar úr, hann er gjørdur av føroyskum listarmanni, myndahøggaranum Janusi Kamban, í honum standa høgd inn orð, ið føroyskir menn hava sett saman. Og givin er hann Føroya fólki til varðveitingar og ognar av føroyskum manni, keypmanninum Jákupi Dahl í Keypmannahavn.

Á myndunum frá hátíðarhaldinum sæst, at Havnar Hornorkestur setti dám á tiltakið – í dag er tað Tórshavnar Manskór, ið setur dám á, og hjartans tøkk fyri tað. Tónleikur, og ikki minst kórtónleikur, er nakað heilt serligt. Tónleikurin megnar altíð at lyfta góðar løtur til stjørnustundir.

Grótbygningurin her omanfyri var bygdur til Føroya Amts bókasavn í 1931, og hann hýsti fyrstu tíðina eisini forngripagoymslu og skjalasavni. Minnisvarðin Móðurmálið varð latin bókasavninum – til ogn og varðveitslu, og bókasavnið góðkendi staðsetingina - tó treytað av, at hann kundi flytast, skuldi víðkan av bókasavni ella forngripagoymslu gjørt tað neyðugt.

Tá Fróðskaparsetur Føroya varð sett á stovn í 1965, var hesin mentanarstovnurin eisini staðsettur á Debesartrøð. Í dag hýsir grótbygningurin umsitingini hjá Fróðskaparsetri Føroya, meðan Landsbókasavnið heldur til í bókasavnsbygninginum frá 1980.

Við stóru útbyggingarætlanunum, ið eru fyri Fróðskaparsetrið á Debesartrøð og á Frælsinum, og við nýggju bókasavnslógini, har lagt  verður upp til eitt styrkt samstarv millum Fróðskaparsetrið og Landsbókasavnið um universitetsbókasavn, verður økið eisini í framtíðini ein mentanarmiðstøð - ella mentanarhubbur – sum vit eru farin at nevna miðdeplar fyri menning!

At vit kunnu hugsa, tosa, lesa og granska í føroyskum máli er ikki ein sjálvfylgja.

UNESCO, ST-stovnur fyri útbúgving, vísindi og mentan vísir á, at av umleið 7.000 málum, sum verða tosað í heiminum í dag, eru um 3.000 teirra at meta sum so hótt, at tey ikki verða tosað í næstu øld. Eisini verður víst á, at hóast øll eiga at hava rætt til at læring á egnum móðurmáli, so hava um 40 % av heimsins íbúgvum ikki atgongd til útbúgving á einum máli tey tosa ella skilja.

Móðurmálið er tó ikki bert eitt amboð til at ogna sær vitan og læring. Móðurmálið er eisini sálin og samleikin. Tað er hjartaslátturin í samfelagnum.

Vit hava nógv at takka víðskygdum undangongufólki fyri, at føroyska móðurmálið er varðveitt og í menning.

Avbjóðingin í 21. øld er at fáa føroyska málið á talgildu pallarnar, so at børn og ung eisini á hesum pallum kunnu samskifta á sínum egna máli – og at vit á tann hátt tryggja føroyska málinum livilíkindi.

Enn sum áður er tørvur á vitum, ið tendra - sum Janus Djurhuus yrkti - Føroyum stjørnuleið frá øld til øld.

Tað er nógvum fólki at takka fyri, at vit í dag kunnu fegnast um, at minnisvarðin Móðurmálið aftur stendur sum nýggjur. Landsbókasavnið og Fróðskaparsetur Føroya hava saman við Almanna- og mentamálaráðnum staðið fyri at fáa minnisvarðan reinsaðan. Tjóðsavnið hevur ráðgivið og víst á røttu serfrøðingarnar til uppgávuna, og Tjóðsavnið og Listafelag Føroya hava funnið fram og latið áhugavert myndatilfar og annað til eina framsýning, ið er sett upp á Landsbókasavninum. Stóra takk øll somul.

Eisini í heimbygdini Vági hava vit ein minnisvarða, sum stendur sum varði fyri m.a. føroyska málið. Tað er Jákup Dahl, sum stendur so bringubrattur í kirkjutúninum.

Jákup Dahl hevði eisini ómetaliga stóran týdning fyri viðurkenningina av okkara føroyska málið og tók bæði stór tøk, og sløg, fyri tí.

Tað vóru mong ár har føroyskt skriftmál ikki var til, alt varð borðið á mannamunni og annars bleiv skrivað á donskum. Nakrar royndir blivu gjørdar fyrst í 1900-talinum um at fáa føroyskt inn í skúlarnar. Løgtingið samtykti fleiri ferðir í 1920-unum at føroyskt skuldi vera undirvísingarmál í skúlunum, men danska stjórnin noktaði. Jákup Dahl, sum tá var lærari í Havn vildi ikki góðtaka hetta, hann undirvísti á føroyskum og bleiv klagaður. Hann misti starvið í 1912, men fekk seinni sama ár prestastarv, tí prestlærdur var hann, og í 1918 bleiv hann so settur sum próvstur.

Jákup Dahl skrivaði eisini fyrstu føroysku skúlabókina, Føroysk mállæra til skúlabrúks, í 1908. Hann týddi Katekismus í 1922, umframt at hann skrivaði hópin av lestrum, sálmum, yrkingum og øðrum.

Í 1938 kundu lærarar so undirvísa á føroyskum ella á donskum. Tað stóð teimum frítt at velja millum hesi bæði. Eins og í rættarskipanini í dag.

Tann 13. mars í 1939 fingu prestarnir loyvi at prædika á føroyskum. Føroyskt kirkjumál var loksins endaliga viðurkent. Og seinni kom so bíbliutýðingin hjá Jákupi Dahl.

Kirkjan, og Jákup Dahl hava tí eisini havt avgerandi týdning fyri føroyska málið. Men at koma har til var ikki lætt, tí einki rennur upp úr turrum, og eingi rættindi verða vunnin uttan stríð.

Í túninum í Vágs Kirkju er ein standmynd reist av Jákupi Dahl. Onkuntíð havi eg skemtiliga spurt, hví hann ikki stendur innandura? Vindurin blæsur í prestakjólan hjá honum, har hann stendur so fattur. Kanska eitt tekin um, at tey, ið ganga undan, ofta eru í mótvindi?

Sprotin legði fyrr í vikuni partar av einum brævaskifti út millum Jonhard Mikkelsen og norska Jon Fosse. Tað áhugaverda í hesum er, at teir samskifta sínámillum á føroyskum og á norskum. Teir skilja hvønn annan, so lík eru málini. Perlan í øllum er, at Jon Fosse sigur, at tað var ikki fyrr enn tá ið hann skrivaði á móðurmálinum, sínum egna málføri, at hann megnaði at skriva tað, sum lá honum á hjarta. Tess djúpri hann fór inn í sítt egna mál, tess neyvari og betri fekk hann borið fram tað, sum lá á sinni. Jon Fosse fekk fyri fáum døgum síðan Nobelvirðislønina fyri bókmentir.

---

Turið Sigurðardóttir skrivar í bókini Bókamentasøgur frá 2004 um Hammershaimb sum tjóðarsmið. Í greinini verður greitt frá, hvussu Hammershaimb í Kjøbenhavnsposten í 1845, í fyrstu greinini hann skrivaði um føroyskt mál, vísti aftur uppáhaldið um, at føroyskt var eitt blandingsmálføri av íslendskum og donskum. Turið skrivar, at  Hammershaimb við sínum kunnleika til norrønt mál og bókmentir vísti, at føroyskt mál og skaldskapur vóru runnin av norrønum, og at tey millum nútíðarmál vóru skyldast við íslendskt og norskt.

Um minnisvarðan Móðurmálið skrivar Turið:

Fólkini á myndunum á minnisvarðanum eru øll menn. Tað er neyvan í samsvari við lutin, sum kvinnur eiga í at goyma ta gomlu munnligu mentanina. Hinvegin er tað í samsvari við, at føroyskar kvinnur langt upp í okkara tíð hava verið lítið sjónligar í teirri almennu myndini hjá føroyingum av sær sjálvum.

Tað er eingin ivi um, at bæði kvinnur og menn áttu - og eiga - sín lut í stríðnum fyri at vinna føroyska málinum frama.

Eisini ungar  kvinnur í dagsins samfelag yrkja um móðurmálið og virka á ymiskan hátt fyri at fremja málið. Tá ið eg lat facebook upp fyri nøkrum døgum síðan, sá eg hvussu rámandi Urd Johannesen hevði yrkt við íblástri úr einum túri í Baskaralandinum, har tey veruliga stríðast fyri at varðveita teirra serstaka mál.

Sjálvmál nevnir hon yrkingina.

um tú vil bróta meg,
rangsnara mína søgu,
brenn mínar ognir,
doyv mínar sansir,­­­­­­­
ógilda míni heitir,
fjal mítt útsýni,
fongsla mínar føtur,
sløkk mína rødd,
niðra mína sjálvsmynd
- tak bara alt, eg eigi,
men tak ei móðurmálið frá mær,-
tí har býr alt, sum er eg,
orð, sum eingin annar eigur,
týdningar, sum bara vit skilja,
virði, sum fáa okkum at vakna,
frælsi, sum onnur hava mist,
framtíðin, altíð við ð

So enn hava vit vitar at vísa stjørnuleiðina.

Takk fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo