Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fróðskaparsetrið: Nú minnisvarðin yvir V.U. Hammershaimb, "Móðurmálið", er reinsaður, verður hátíðarhald við standmyndina og síðani framsýning og kaffi á Landsbókasavninum.

Minnisvarðin varð reistur í 1948 til heiðurs fyri Hammershaimb, og standmyndin, sum Janus Kamban legði úr hondum, fekk sjálvandi navnið "Móðurmálið", tí Hammershaimb verður nevndur faðir at føroyska skriftmálinum. Tað var Janus Djurhuus, skald, sum upprunaliga avdúkaði minnisvarðan í 1948, og yrking hansara til Hammershaimb á 90-ára degi hansara, "Fáir finnast frægir her á foldum", er ristað í varðan.

Tað eru Almanna- og mentamálaráðið, Fróðskaparsetur Føroya og Landsbókasavnið, sum í felag hava átikið sær at fáa standmyndina reinsaða, og í samstarvi við Tjóðsavnið og Listafelag Føroya eru áhugaverdar myndir og annað tilfar funnið fram til eina framsýning á Landsbókasavninum.

Skráin fyri hátíðarhaldið, sum verður klokkan 15 týsdagin 10. oktober, er henda:
- Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, heldur røðu
- Sangur
- Myndatøka
- Framsýning og kaffi á Landsbókasavninum

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo