Tórshavnar kommuna: Leygardagin 3. september kl. 14 verður hátíðarhald í Nólsoy í sambandi við, at 100 ár eru liðin, síðan listamálarin Steffan Danielsen varð borin í Heim. Minnispláta verður avdúkað og røður og sangur verða.
Tað verður Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum bjóðar vælkomin í Krókagøtu í Nólsoy, har Leif Hansen stendur fyri sanginum og Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri og formaður í mentamálanevndini, fer at halda røðu.
Síðan fer borgarsjtórin av avdúka minnisplátuna, og aftaná at nólsoyingar hava sungið, bjóðar kommunan ein drekkamunn í Royndarhúsinum.
Ternan siglir til Nólsoyar kl. 12.30 og innaftur kl 16.50.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo