Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Triðja og seinasta FM kappingin í fjallasúkkling var í vikuskiftinum. Kappast var á longum teini, og kallast henda kapping, MTB XCM, ella MTB Marathon.

Galdandi fyri kappingina er, at teinurin skal vera omanfyri 60 kilometur, og at vinnaratíðin liggur omanfyri tríggjar tímar.

Økið við Flatnahaga var karmur um kappingina leygardagin. Hetta er ein drúgv og hørð ruta, har súkklararnir skiftivís súkkla í lendi millum grót og eyru, og aðrar løtur á grúsi og asfalti.

Ringa veðrið seinastu vikuna hevði við sær at lendið var vátt, og tað gjørdist tí enn meira torført og tungt at súkkla á. Fýra umfør skuldu koyrast, tilsamans bleiv tað til 62 kilometrar. Hæddarmetrarnir vóru eisini nógvir, og koyrdi ein fýra umfør, so koyrdi ein 1600 hæddarmetrar.

Sami taktikkur
Helgi Winter Olsen vann, og hann brúkti sama taktikk sum í hinum báðum FM kappingunum. Hann legði hart út. Longu frá byrjan setti Helgi trýst á kappingarneytarnar, og royndi at koyra undan í fyrstu longu klintringini frá Tølthøllini í Havnadali niðan á Kleynsvarða.

Helgi telist millum sterkastu súkklarar í landinum, og Helgi økti tí stútt fyri hvørt umfar, og Helgi kom tí fyrstur á mál. Helgi brukti 3 tímar 16 minuttir og 35 sekund um 62 km langa teinin.

Teir sum bjóðaðu Helga av, og sum bardust fyri silvurinum vóru Hilmar Hansen og Andrass Joensen. Báðir sterkir súkklarar. Ein stinnari tekniskt og hin, hóast aldurin, í sera góðum fysiskum formi.

Hilmar og Andarass vóru javnir, og leingið stóð á jøvnum millum hesar báðar. Teir fylgdust í tvey av fýra umførum, men vegna ein ryggskaða var Hilmar noyddur at gevast. Keðiligt hjá Hilmar at hann skal stríðast við ryggskaða, og ergriligt fyri kappingina, at spenningurin um silvurið ikki bleiv avgjørdur á sukkluni.

Andrass Joensen helt á, og tá avtornaði kom hann á mál sum nummar tvey, góðar 10 minuttir aftaná vinnaran. Andrass brúktik 3 tímar 26 minuttir og 49 sekund um tey fýra umførini.

Herfinn Thomassen gjørdist triði maður á mál í opna bólkinum. Herfinn er nýggjur í fjallasúkkluhøpi, og hevur ein tað í huga, so er avrikið hjá Herfinn sera gott. Herfinn súkklaði eitt umfar styttri enn hinir vegna tíðarmarkið, sum var tríggjar tímar. Av luttakarunum til FM kappingina leygardagin vóru tað bara nummar eitt og tvey sum koyrdu øll fýra umførini.

Úrslitið frá kappingini sæst her:
www.webscorer.com/race

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo