VP spurdi Mentamálaráðið, hvussu statt er við grøna háskúlanum á Sandi, eftir at VP skilti, at einki virksemi verður har, og nú hevur aðalstjórin í Uttanríkis- og Mentamálaráðnum, Poul Geert Hansen, svarað.
- Vísandi til fyrispurning tykkara kann UMMR upplýsa, at tað hevur verið samskifti millum Undirvísingarstýrið og háskúlan á Sandi um komandi virksemi hjá skúlanum.
- Ætlanin hjá skúlanum er at niðurlaga virksemi í eina tíð, tí hava tey sagt starvsfólk úr starvi og leigumál er sagt upp.
- Men fráboðan er ikki komin um at skúlin formliga er niðurlagdur, sigur aðalstjórin Poul Geert Hansen í svarinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo