StÍF og Haruka hava skrivað undir sáttmála fyri komandi kappingarár.
Hesum boðar StÍF frá á heimasíðuni.
- Haruka er ein framúr hondbóltsleikari og fyrimynd fyri ungar leikarar í Føroyum. Hon spældi í fleiri ár í bestu deildini í Japan og hevur síðan 2019 verið partur av besta kvinnuliðnum hjá StÍF. Hon hevur eisini verið høvuðsvenjari hjá øllum gentualdursbólkunum hjá felagnum, sigur Stranda Ítróttarfelag millum annað.
Umframt at leika við besta kvinnuliðnum hjá StÍF, fer Haruka at vera hjálparvenjari hjá gentu- og dreingjaliðum. Í samband við ársins hondbóltsgallaveitslu bleiv Haruka heiðrað sum ársins leikari, álopsleikari og toppskjúti við 189 málum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo