Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað var seinast í 1800 talinum, at sjónleikur í Føroyum av álvara tók dik á seg. Hetta var í samband við, at tjóðskaparrørslan  kyknaði, og at fróðafólk fóru undir at styrkja føroyska málið, og at fáa føroyskt inn í týðandi føroyskar stovnar; fólkaskúlan, fólkirkjuna og í rættarskipanina. Ein liður í hesari málmenning var eisini, at føroyingar kundu fara til sjónleik og hoyra føroyskt mál á palli. Fyrstu sjonleikirnir, ið vórðu skrivaðir á føroyskum, vóru sjónleikirnir ”Veðurføst” (1889) eftir Súsannu Patursson og harmaleikurin, ”Gunnar Havreki” (1889) eftir Rasmus Effersøe.

Sjónleikarahúsið í Havn varð bygt í 1926, og var tað H.C.W Tórgarð, sum teknaði húsið. Sjónleikarahúsið fekk stóran týdning í tjóðarbygging okkara, og fyri menningina av føroyska málinum og fyri leiklistina sum heild

Síðan hevur leiklistin kveikt hugflog okkara og verið ein týðandi mentanarberi í føroyska samfelagnum.

Men tíverri er mentanin  annaðhvørt blivin ein politisk kastibløka og ella binguprýði tá val er, tí lítið er at síggja til, at mentanin verður raðfest politiskt. Tað er tá samfeløg hava tað trupult, at vit veruliga síggja, hvussu mentanin verður raðfest, at politskt veruliga meina tað.

Undir 2. veraldarbardaga varð Winston Churchill spurgdur um tað ikki var neyðugt at skerja í játtanini til mentan til tess at fáa økta játtin til verjuátøk. Churchill, sum mentanarliga tilvitaður og annars vinnari av Nobelsvirðislønini í bókmentum, skal hava svarað; ”Then what would we be fighting for.”

Nakað sama sóu vit í Íslandi undir kreppuni í 2008, tá Hørpan stóð í hálvum gekki. Nógv almen umrøða var um at steðga hesari verkætlan, tí tað var neyðugt at raðfesta onnur viðurskifti framum. Tíbetur vóru poltikarar samdir um, at hesa verkætlan máttu tey fremja, so hon kundi standa eitt súmbol uppá, at tey trúðu uppá framtíðina, og at mentanin eigur eitt týðingarmikið rúm í at byggja tjóðina upp aftur.

Mentanin var hjartaslátturin og tað, sum fekk íslendingar at trúgva uppá framtíðina, og at tað var rúm fyri øllum í Ìslandi. At hetta var ein røtt og skilagóð avgerð síggja vit í dag, har Hørpan stendur sum eitt vakurt prýði, og har listafólk innan ymsar listagreinar veruliga kenna, at tey hoyra til.

Tíverri síggja vit ikki somu raðfestingar í Føroyum, heldur tvørturímóti. Her verður mentanin niðurraðfest og  misbrúkt sum politisk kastibløka til val. Feskasta dømi um hetta er tjóðpallur Føroya, sum hevur fingið eina syrgiliga gongd, tá tað kemur til staðsetingina í høvuðsstaðnum. Misbrúkt til at vinna sær atkvøður hendan ella hinvegin, og tað er veruliga syrgiligt at síggja, hvussu føroysk leiklist verður viðfarin.

Gongdin um staðsetingina av tjóðpalllinum
Tað var ísv. 10 ára føðingardagshaldið, at eitt samt býráð í 2015, eisini tá við Javnaðarflokkinum á odda, at tíðindafundur varð hildin um, at nú var tjóðpallurin loksins staðfestur, og at hetta skuldi vera á Skálatrøð.

Trúføst  ímóti hesari samtykt, sum eitt samt býráð hevði tikið, helt nýggja býráðið, ið avloysti Javnaðarflokkin á Vaglinum 1. jan 2017,  fast við hesa avgerð. Hóast nógva mótstøðu, og onkur vildi vera við, at undanfarna samgonga tapti valið við at halda fast við hesa avgerð, so stóðu vit fast við, at eitt samt býráð hevði ein stóran týdning, og at vit ynsktu málinum um tjóðpalli Føroya væl, og at málið ikki skuldi koma longur í drag. Men  eftir valið í 2020 tá javnaðarflokkurin aftur varð komin til valdið, varð tjóðpallurin enn einaferð fluttur út á Burstatanga.

Personliga var eg ikki heit fyri hesari avgerð, bæði í mun til sjálva staðseting, tí tjóðpallurin lá eins væl á Skálatrøð sum á Bursatanga, so varð tikið undir við hesari avgerð í teirri vón, at nú fór at vera friður um hesa staðseting, og at tjóðpallurin loksins fór at verða veruleiki.

Men tað sum síðani hendir er, at sitandi samgonga á Vaglinum rennur frá egnari avgerð og býráðið í tvíngingar, og borgarstjórin, sum annars hevur verið forprákari fyri at flyta tjóðpallin av Skálatrøð út á Bursatanga, hevur nú kúvent.

Enn einaferð verður tjóðpallurin brúktur í einum politiskum spæli til eitt val, uttan iva, tí at bæði borgarstjóri, og tað sum var eftir av samgonguni sóu, at hetta fór at forkoma nøkrum atvkøðum.

Er tjóðpallurin ikki meira verdur enn ein politisk kastibløka til eitt val? Eru okkara leiklistafólk ikki meiri verd enn statistar í einum politiskum spæli, har onkur kommunalpolitikari skal vinna sær atkvøður hendan ella handan veg? Tíverri er hetta besta dømi um eina syrgiliga handfaring av okkara tjóðpalli, sum tíverri ikki bert er ein vána handfaring av tjóðpallinum, men øllum okkara mentanarlívi.

Tað er altíð mentanin sum er við sviðusoð, tað er altíð mentanin, sum stendur aftast í køini í politisku raðfestingini, tí alt annað er altíð meiri umráðandi enn just mentanin. Skal bert her til endans minna á, at uttan eitt ríkt mentanarlív, har okkara mentafólk eru við til at flyta mørk við sínum kveikjandi anda, eru vit ein fátøk tjóð og eitt fátækt fólk.

Okkara mentan og mentanarlív hevur betur uppiborið!

Annika Olsen, býráðslimur fyri Tjóðveldi

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo