Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

​Eftir hvat  frættist skal tjóðveldista-meinigheitin  hava bønarmøti í Miðvági í ár. 

Tann fjúrtandi september er jú skjótt hildin í 3/4 øld við kollektivum flokks-gráti og tannagrísli móti Danmark um ta fatalu fólkaatkvøðuna í 1946.

At teir nationalu missionerarnir bliva við at hátíðarhalda hetta tap sum eina begrátiliga sigursfest, skyldast bara, at teir ikki vilja seta seg inn í elementera jura, og tí tjóðveldistar slett ikki vilja ella kunnu læra seg einfalda høvuðrokning.

Hví ein vøkur, mentað  og sakleys bygd, sum Miðvág skal leggja lendi undir tárafundin hjá tí republikønsku sektini er eitt sindur ógreitt, men onkur heldur, at tann revsingarhenta Trælanípan liggur geografiskt høgliga fyri, hvis ein vantrúgvandi vágamaður ella ein vilstur danskari skuldu hættað sær á gátt hjá teimum frelstu, men totalt talblindu statistikarunum í  "OVASTA kvetti". 

Eitt ovurnationalt høvd skal hava barslað við tankanum um, at Føroya løgting skal byggja eina serliga  "14.september-høll", har fólk kunnu hittast javnliga til grát, gremjan og depressión.

Hon skal eita Harmahøllin, og helst kann man lokka Danmark at fíggja meginpartin av høllini.

Tað verður strangliga bannað at flenna, fnisa, ella tosa danskt í høllini. Har skal bara verða knarr, grenj, grátur ella møðislig lemjandi tøgn. 

Tað verður totalt TALI-BANN fyri sambandsmenn og ógiftar danskarar.

HH, ovasti trúberin og aðalbiddarin í sektini hevur lovað at lagt teimum yngru tjóðveldistunum lag á, hvussu man sleppur langt undir bæði tann moralska og fíggjarliga radaran  við at søkja um danskan studning til tað gigantiska nationala projektið.

Tjóðveldistar plaga jú hvørt ár at fáa HH at bøna og bidda tað danska Fólkatingið um at veita flokks-STUDNING til ta føroysku sektina, sum so takkar við at  brúka teir donsku pengarnar til útspillingar og alskyns álop á Danmark. (14/9-Logikkur fyri sjálvt haltar tjóðveldisgoggur).

Málið er beint í ta serligu republikønsku snultaranevndina, har Løwe er formaður.

Fleiri nationalir catalonarar eru bodnir við, men eru djúpt øvundsjúkir og forstanda ikki, hví teir ikki eisini kunnu fáa studning úr Madrid til ymsan terror móti Spanien.  

Magni Arge hevur lovað at geva teimum kopi av tí høgnesiska biddarabrævinum til Fólkatingið, sum kanska kann mýkja tað tvøra spanska Cortes til líknandi terror-stuðul.

Annars eru nógvir mætir gestir bodnir við til tað syrgiliga gildið.  

Úr London væntar man tað Corona-rædda ambassadørparið, sum skapti medicinska sersøgu í vetur, tá ið tey fingu lokkað starvsfólk í sjálvari Uttastovu at sleppa teimum at spreingja køina og verða serprikað frammanfyri bæði eldri, veikum og sjúkum. 

Um hesa sjáldsomu samaritansku gerð fer tað lesara-søra skaldið at causera harðliga í drúgvari røðu og serliga takka Uttastovu-Jenisi fyri sína præ-priking. 

Jenis vil annars ikki sjálvur prikast. 

Sunnuleivur tónagríslari fer at skipa fyri musiskum tiltøkum, sum eru so ønskrilig, at heilsumyndugleikar hava kravt, at tað verða útflýggjað sterk hoyriverndaramboð, so tjóðveldistar ikki fáa varandi hoyriskaða.

Eftir hesa larmandi tóna-seancuna fer Sunnuleivur at stjórna Paranoia-kórinum, sum skal syngja tann afghanska tjóðsangin, sum Steintór hevur týtt til eitt slag av frændaføroyskari dialekt. 

Magni A. hevur umhugsað at týða eina ógvisliga baskiska vøgguvísu, men óvist er, um hann blívur liðugur, tí hon er kanska nakað brutal fyri óvápnaði smábørn.

Blaðunga tjóðveldið, BT er væl umboðað við Jørgeni Úlvsá á odda. Tey skullu øll møta í stuttum buksum, koti og rotuskóm við blóðreyðum tveingjum og marchera allarfremst í samkomuni, meðan tey kvøða tvey ørindi av Geipatátti, sum tey hava øvað ein heilan Corona-vetur. 

Jørgen skal bera eina autentiska mynd av tí skralltóma hjallinum hjá Gøtu-Trónda, sum var akkurát 14 føtur langur og 9 føtur breiður.    

Alt tað yngra liðið fer at vitna og knarra ótroyttiliga um ta herviligu hendingina í 1946, sum tey hvørki hava upplivað ella vitað nakað sum helst um.

Í hølunum á BT kemur høvuðsprocessiónin, har fjúrtan garvaðir eldri republikanarar við Hergeir Nielsen á odda trampa djúpt rørdir inn á pallin við formanninum í gullstóli, meðan teir fagna honum við níggju hvøllum hurrárópum.

Formaðurin bítur illa negl í løtuni, tí hann er so ovursintur um, at Bárður løgmaður hevur fingið kross sum riddari, meðan tann krossleysi bara blívur ein øvundsjúkur armur riddari.

Eitt nationalt antidanskt symposium krevur serføroyska menu og politiskt ókorrektan fullveldis-mat. 

Eysturoyardeildin hevur tí syrgt fyri, at allir tjóðveldistar fáa hvør sínar 14 bitar av springara-spiki og 9 tvøstlykkjur, beint úr Skálabotni at jagla, meðan teir hugsunarsamir smákvøða Kvikksilvur-vísuna hjá Pløyen, so eingin hoyrir, at hon er donsk. 

Tann skemtiligi søgusmiðurin, Sølvará fer at prógva, at Nólsoyar Páll slett ikki druknaði og krevja, at bókin hjá Rolvi Guttesen verður brend og spýtt á, akkurát 1946 ferðir. 

Søguskemtarin í Sølvaránni fer í drúgvum ræsonnementum og geispaleiðiligum fyrilestrum at leysaprógva, at Páll kom til Amerika og gjørdist ættfaðir til bæði Al Capone, Rockefeller og Trump, so tí átti Rolf Guttesen at verið settur fastur fyri søguligar leysasøgur um Páll. Hetta er beinleiðis frá søgusmiðuni á Setrinum.

Ein kreativ deild hjá sektini hevur í Coronu-tíðini gjørt eina vællíknandi dukku av tí danska konginum, Haraldi Blátonn, sum fantasifullir søgusmiðir á Debessar trøð við manipulerandi manuduktión frá Sølvaránni  leggja opinlýst undir at hava flent at Gøtu-Trónda fyri gott túsund árum síðani. 

Dukkan skal sjálvandi brennast 14,9 minuttir áðrenn midnátt.

Ovasti mullah í vágadeildini skal varisliga seta eld á ta royalu dukkuna, meðan tann úrtíðar-prikaða ambassadisan úr London lesur upp úr tí føroysku sharia-lógini við afghanskari accent.  

Sáttligt sordin-undirspæl á mandolin syrgir tann følsami Eyðun Nolsøe fyri. 

Hann hevur leingi øvað seg uppá Mozarts requiem á munnhørpu og el-guitar.

Menn vænta, at løtan verður óbeskriviliga koncentrerað, harmafylt, døpur og intens!

Ein serlig republikønsk deild av "Me too" er skipað undir navninum "Eisini eg" við Sirið Stenberg og Løwe á odda.

Har sita fjúrtan kvinnur og níggju menn.

Serliga Sirið er ilsk og hørm um, at Hergeir Nielsen ikki verður ekskluderaður, tí hann fyri einum mansaldri síðani datt av í føvninginum á einum heilt øðrum kvinnuligum politikara enn henni.  

Tann keðiliga stuttleikaleysa Fjúrtanda-náttin heldur fram í moll, líka til tann ljósa morgun, tá ið fjúrtan lagkakur og níggju kaffikannur verða sendar frá blokk-stovuni hjá Ríkisumboðnum  sum fegin vil ynskja tjóðveldistum tillukku við sínum 75 ára harmadegi.

Til sjeynda og síðst er tað blokkurin, sum fíggjar allan tann ekstrema søguleikin.

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo