Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí, men er nýliga byrjað túr, so tað er ivasamt um tað landar í vikuni.  Eitt frystilínuskip er við Føroyar, fýra eru við Grønland, eitt er á og eitt er ávegis á Flemish Kap og so liggur eitt við bryggju. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.  

Streymurin verður harður, men veðrið verður gott, so helst verður nakað útróðri. Fiskaríið er smáligt.

Tveir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva og so er ein frystitrolari við Flemish Kap. Fiskaríið er smáligt við Føroyar.

Fimm pør fiska upsa og annan hvítfisk, tvey pør fiska gulllaks. Fiskaríið hevur verði hampuligt. Tey fáa nakað av hvítfiski, mest av hýsu, longu og toski. Tey flestu landa í vikuni.

Allir trolbátarnir eru norðanfyri og fiska mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Brúkiligt fiskarí.  Øll landa væntandi í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo