Ein harður jarðskjálvti hevur rakt Taivan tíðliga í morgun.
Í býnum Hualien eru fleiri hús rapað, og minst sjey eru deyð men minst 70 liggja undir húsatoftum, siga lokalir miðlar sum Reuters endurgevur.
Ávaringar um flóðaldur vórðu sendar út bæði í Taivan og har suðri í Japan og Filipsoyggjum. Hesar ávaringar eru tó tiknar aftur seinni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo