Eitt russiskt loftálop á ukrainska býin Dnipro hevur dripið í minsta lagi fimm fólk. Í eystri hevur Russland tikið ræðið á einum øki í Tjasiv Yar.
Í Dnipro eru 34 fólk særd, sambært guvernørinum í økinum. Sambært ukrainska loftverjuni varð álopið framt við sjey rakettum og fimm Shahed-dronum. Allar dronurnar og fimm av rakettunum vórðu skotnar niður, upplýsir loftverjan.
- Fíggindin heldur fram við at fremja ógvuslig álop. Hetta álopið kom tíverri ikki uttan avleiðingar, skrivar Serhij Lysak, guvernørur, á sosialu miðlunum. Sambært Lysak er ein av teimum særdu ein 14 ára gomul genta. Hann sigur, at 11 av teimum særdu eru flutt á sjúkrahús. Tvey teirra sigast at vera í álvarsligari støðu, skrivar norska TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo