Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Í tí vælsignaða veðrinum nú seinast í apríl mánaði var boð eftir einum av fótbóltshetjunum hjá MB frá 1977, tá MB fyri fyrstu ferð rykti upp í fremstu deildina í fótbólti.

Harald Rasmussen Nattestad var ein av teimum.

Á høgra bakki var hann eitt unikum - ein einari - ein sera treiskur leikari, sum rann, til hann lá flatur.

Hann kempaði um hvønn einasta bólt, sum kom honum nær og spældi fyri MB í eini 15-20 ár.

Tað lá til familjuna at spæla ella standa upp fyri MB og at fáa alt rundanum MB at eydnast til tað besta.

Ikki minst, so var mamman Lisa og beiggi hennara Norðurstovu-Jóanes, sum í sínum ungu døgum eisini spældi fyri MB, ein stórur stuðul fyri alt arbeiðið rundan um MB.

Eisini pápin Fritz var í síni tíð ein stórur stuðul.

Vit, sum eisini stóðu MB nær, bæði í fótbóltinum og eisini í nevndararbeiðinum ígjøgnum nógv ár, kendu fløvan frá hondum, sum nú farnar eru um sýn.

Harald var eisini borin til bónda, og har var hann altíð klárur til tað arbeiðið, men hann var eisini smiðjur, útlærdur frá J.K. Joensen, og seinni maskinmeistari við nógvum ymiskum skipum, tó einamest fiskiskipum.

Og so var hann bóndi í fríløtunum - tó mest bóndi tey seinastu árini.

Aftaná at mamman Lisa doyði, yvirtók Harald húsini.

Harald var ógiftur og átti eingi børn, men gekk tó nógv uppí børnini hjá systkjunum Gunnari og Fíu. Hann hevði eisini sínar hundar og elskaði at ganga í haganum við teimum.

At Harald so brádliga er burtur, er mær eitt stórt tap og ikki so lætt at skilja, tí tað er ikki so langt síðani, at vit stóðu og tosaðu um hetta, um MB.

Vit hugsaðu um MB, sum í síni tíð fluttu upp í fremstu deildina í 1977 og leiktu í fremstu deildini í 1978-1979-1980 og skuldu, um ikki politikkur og fals kom í, leikt í fremstu deildini í 1982.

Men vit vóru aftur í fremstu deildini í 1983, og so aftur í 1990-91.

Í 1990 kundi MB vunnið meistaraskapið, men vóru ov stuttir vegna ein skrivivillu á dómaraseðlinum.

At MB nú í 2019 ikki eingang meldar eitt vaksnamannalið inn hevur tikið hart uppá okkum leikarar frá 1977, og eg veit, at hjá Haraldi tók hetta meint.

Um allur hesin stuðulin, sum høvuðsstuðlarnir hjá FS Vágar -FS-Vágar2004 og so seinni 07 Vestur varð veittur MB-liðnum frá 1992, so vóru ivaleyst fleiri meistaraskap komin í Vágoynna.

Hetta vóru vit á einum máli um, eg og Harald, seinastu ferð vit hittust.

Til tykkum Gunnar og Sofíu og børn - tit hava mist ein góðan beiggja - pápabeiggja og mammubeiggja, men eiga minnini um ein mann, sum var ein maður uppá sín post.

Ein seigligur maður - ein treiskur maður - men eitt ediligt menniskja og ein góður vinur, sum alt ov skjótt fór um sýn.

Eg havi bara góð minnir um Harald.

Hvíl í friði, góði vinur. Síggjast.

Valdemar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo