BirkBlogg skrivar: Meðan dunið frá eysturevropeiskum skipum rullar inn móti føroyskum langafríggjadagslandi, dagar hesin skjøldur upp úr bakkanum. Har vildi eg fegin búð, er mín fyrsti tanki.
Geri up við meg sjálvan, at omanaftur skal gongutúrurin leggjast fram við hesum húsum.
Tað er í fyrsta lagi eyðsýnda útsiktin og síðan byggisniðið í lendinum, sum fangar mín áhuga.
Tílíkt sæst ikki í íbúðaygging í høvuðsstaðnum, sum er mesta at líkna við eitt klondike.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo