Skúlablaðið: - Tað hevur ongantíð verið arbeitt so nógv við trivnaði í føroysku fólkaskúlunum sum nú.
Soleiðis sigur Lissi Hansen, AKT-lærari í Skúlanum á Argjahamri og forkvinna í AKT-felagnum. AKT-lærarar arbeiða við at fáa næmingar við serligum avbjóðingum at eydnast innan skúlagátt, og her er happing ein av teimum mongu avbjóðingunum, sum gera um seg í dag.
- Eitt eyðkenni, vit hava sæð seinastu árini, er, at fleiri næmingar ikki vilja ganga í skúla longur, sigur Lissi Hansen.
Tað hendir onkuntíð, at næmingar verða fluttir úr Skúlanum á Argjahamri, har Lissi starvast, orsakað av sálarligum avbjóðingum. Men tað hendir seg eisini, at næmingar úr øðrum skúlum í kommununi verða fluttir í skúlan vegna mistrivnað.
- At skifta skúla eigur at vera tann seinasti møguleikin. Men viðhvørt er mynstrið í einum flokki so neiligt, at nýtt umhvørvi og skúlaskifti er tann einasta loysnin, sigur hon.
Happingarmentanin er broytt
Lissi Hansen greiðir frá, hvussu happingarmentanin seinastu árini hevur broytt seg.
- Fyri fáum árum síðani var happingin meira beinleiðis, har tað snúði seg um einstaklingar, ein-til-ein. Har var týpiskt ein happari, sum fann eitt offur, og aftrat sær hevði happarin nakrar fylgjarar, fortelur hon og sipar til boðskapin hjá danska sálarfrøðinginum og læraranum Helle Høiby.
- Kanska hevði ofrið nakrar eginleikar, sum ávísa happaranum ikki dámdi. Tað kundi snúgva seg um útsjónd, privat viðurskifti ella okkurt annað. So fór happarin beinleiðis eftir hesum ávísa og happaði viðkomandi við tí.
Internetið og sosialu miðlarnir hava givið happarum nøkur heilt nýggj rúm at happa í, og hetta er ein av stóru avbjóðingunum í dag.
- Happingarmentanin hevur flutt seg frá at vera beinleiðis til at vera meira loynd. Og tað er orsakað av teimum sosialu miðlunum. Tað er nógv lættari at skriva okkurt ljótt um onkran á internetinum, tí har sær man ikki nakra reaktión hjá tí, man happar, sigur Lissi Hansen.
Les alla greinina í Skúlablað nr 3, 2019
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo