Kringvarpið: Nógv føgur orð, og ymsu fakbólkarnir hava hvør í sínum lagi eitt boð uppá, hvussu happing kann steðgast.
Men vandi er fyri, at so nógv verður tosað, at einki hendir í málinum, sigur mamman at 14 ára gomlu gentuni, sum mikudagin varð tikin úr Sandoyar Meginskúla, tí hon er so illa happað.
Foreldrini at gentuni hava fingið nógvan stuðul frá foreldrum kring allar Føroyar, sum siga seg vera í somu støðu.
Men í ítøkiliga málinum hendir ikki stórvegis, staðfestir Nanna Bjarnarson.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo