Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Summar Festivalurin: Hanus Gærdum Johansen verður við á Summar Festivalinum í august. Hanus hevur havt nógvar minniligar framførslur á festivalinum – eitt nú var hann við á fyrsta festivalinum í 2004 – men nú eru nøkur ár, síðani hann spældi seinast.

Hanus Gærdum Johansen vaks upp í Klaksvík, og hann var virkin í tónleikalívinum í Klaksvík í nógv ár. Hann fór at spæla gittar og syngja sum blaðungur, og hann var við í onkrum tónleikabólkum.

Hanus var til dømis við fyrstu árini hjá Frændum, og hann legði rødd til sangir á tveimum teimum fyrstu útgávunum hjá Frændum.

Hanus er tó fyrst og fremst kendur sum tónasmiðjur og fólkakærur vísusangari, sum dugir at fanga eina og hvørja mannfjøld – um hon er stór ella lítil. Hanus hevur gjørt nógv løg og givið nógvan tónleik út í gjøgnum árini. Ikki minst er hann kendur fyri at tulka yrkingar hjá Pól F. við egnum løgum.

Hanus hevur fingið fleiri heiðurslønir fyri sítt tónleikaliga avrik, og fyri trimum árum síðani fekk hann Mentanarvirðisløn landsins.

Hanus hevur havt óteljandi framførslur heima og burturi. Nú er tíðin komin, at hann aftur spælir á Summar Festivalinum, sum verður hildin dagarnar frá 3. til 5. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo