Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

(mynd: Dávur Winther)

(mynd: Dávur Winther)

(mynd: Dávur Winther)

Hanus hevur skrivað eina drúgva bók, nevnd: “Antisemitisma frá um leið ár seksti til 1945”, har á baksíðuni stendur: “Tað fyrsta verk av sínum slag bæði í Føroyum og í Danmark og eisini – á ein hátt – í heiminum.”

Ja, soleiðis. Avrikað í heimshøpi! Og tað er Ikki so lítið. Hetta av rithøvundi, sum dugir og dámar væl at skriva.

Viðføri høvunds
Í formælinum letur Hanus upp fyri sínum uppvøkstri við upplestri og lesnaði úr bókum í heimi teirra í Skúgvi.

Eitt bókaúrval, ið ein sjálvur kennir aftur, og sum vit brøður eisini áttu tá, lósu og læntu í skúlanum ella á bókasavninum, ið John Reid Bjartalíð setti á stovn í 1952. Av berum áhuga plagdi eg at loysa John Reid av, táið hann trongdi til at kobla úr av og á.

Seinni kom Hanus at lesa um søgu jødanna og teirra ræðuligu týningarleið, og hetta hevur pínt hann frá ungum av. Tí henda serstaka bók.

Og høvundurin er nærlagdur. Við allahanda snaringum verður skákað við læntum tilfari frá skriftkønum um lond, og fegnast verður við um, at tveir av okkara heimligu høvdingum (HWP og ZW) eisini hava borið brenni til hetta bálið.

Boðskapur høvunds um jødahatur
Ein herskin lestur er hesin fyri tey óbúnu. Tí høvundurin leggur hart út, og hann gevur ikki nógv fyri tann boðskap, ið samtíðar evangelistar bera fram um hendingar í Halgubók. Søguliga sæð, ja: “Er bara ein “legenda””.

Og Martin Luther, gamli, fær eisini toyggið, sum ein megin jødahatari, ið Hitler nýtti sær til verju seinni (s. 73), tí Luther skrivar: “Sært tú ein jøda ella hugsar um ein jøda, so sig hetta við teg sjálvan: Hygg, tann gákur, eg har síggi, hevur hvønn leygardag forbannað, biðið ilt yvir og spýtt á mín kæra Harra Jesus Kristus...”.

Og síðani er Pilatus ikki rætt lýstur í evangeliskum teksti heldur, tí hann var: “...blóðtystasti og óndasti landshøvdingurin hjá rómverjum” (s. 15). “Pilatus dømdi Jesus til deyða og læt hann krossfesta, men jødarnir fingu skyldina... jødar hava áhaldandi verið kallaðir krist- ella gudsdráparar og tann gerð, teir av órøttum verða lagdir undir at hava framt, gudsmorð”.

Og soleiðis heldur rithøvundurin fram: “Men við hesum steðgar gongdin ikki. Í Jóh. ev., kapittul 8 og 44. versi letur evangelisturin Jesus siga við jødarnar: “Tit eru frá faðir tykkara djevlinum og tráa eftir at fremja girndir faðirs tykkara”. (VD ums. : “...sum faðir tykkara lystir”). Og hareftir koma tvey skriftstøð frá Jóh. op. 2.9 og 3.9, sum ikki hava nakað við hesa útsøgn at gera.

Um henda útsøgn Jesusar skal metast sum eitt preludium til jødanna markleysu, ønskriligu sorgarleið - Via Dolorosa, Holocaust um Dachau, Auschwitz og nú tann 7. oktober 2023 - so beri eg meg vitiliga undan. Tí so burturvið er hetta.

Fyri tann vanliga lesaran er teksturin í evangeliinum lættur at skilja, hetta tí at talan í Jóh. 8 handlar er um eitt herviligt sniðálop, har ið Harrin verður undirkendur og spottaður av teim lærdu vegleiðarum fólksins, sum ikki vildu vita av guddómligleika Hansara yvirhøvur.

Boðskapur Jóhannesar
Sær Hanus Kamban als ikki, at allur 8. kapittul av Jóh. ev. er eitt longri samskifti, ið snýr seg um ein hvassan orðadrátt og eina samansvørjing, sum fór fram í templinum av teim jødisku skriftlærdu og fariseararnar ímóti Jesusi, hesar ið av øllum alvi royndu at fella Jesus í orðum og gerðum.

Fyrst komu teir skriftlærdu og fariseararnir við henni, sum var tikin í hjúnalagsbroti (hori) (v. 2 -11). Hetta var ein órein fella, sum tó endar við teim mildu orðum Frelsarans: “Heldur ikki Eg dømi teg; far avstað og synda ikki longur!”.

Hesir óreinu lærdu føra seinni fram hetta: “ Faðir okkara er Abraham”. Tá er tað, at Jesus svarar teimum aftur við omanfyri nevnda vers 44 - og legði vers 45 afturat: “Men Mær trúgva tit ikki, tí Eg sigi tykkum sannleikan”. Og: “Eg var áðrenn Abraham.”

Vegna trot á aftursvari valdu teir lærdu so í 59. versi hetta: “Tá tóku teir upp steinar at kasta á hann.”

Fyri mær tykist evnið og innihaldið í bók Hanusar í mestan mun vera av somu snældu, eins og fyri onnur við, ið frá barni av hava lisið í Skriftini javnliga og úr heimssøguni við - um alla ta støðugu forfylging av jødum.

Og eftir hesa – eftir mínum tykki – skeiklaðu sjóseting í bókini siglir rithøvundurin víðari við slagsíðu og fullari skrúvu um svára søgu hav jødanna í tíð og rúmi – við nærri 500 síðum.

Mítt viðføri
Eri uppvaksin í einum heimi, har ið mangan varð skift orð um ymsar lívsáskoðanir, samfelagsviðurskifti og politikk yvirhøvur.

Tann sterka lesihugin fingu fleiri av okkum, og sum helst stavar frá Elisabeth, ommu, úti á Lið í Sørvági. Hon las alt, sum fyri var, hóast alla avmarkan, átti 11 børn, 9 dreingir (tveir doyðu sum smáir) og tvær døtur, og so dugdi hon eisini ein heilan hóp uttanat úr Skriftini.

Vit hildu í heimi okkara mong bløð, og alt samskifti okkara millum hvíldi á argumentum. “Heldur heila-orku enn lunga-kraft”, mælti ein hittinorðaður til.

Onkur av okkum hevði sína greiðu meining um Amerika, eftir at hava siglt har yviri sum yvirmaður á brúnni í mong ár. Annar hevði hinvegin ført skip á vandaleið eitt mannaminni í øllum líkindum til Bretlands - bæði áðrenn, eftir og undir krígnum – við sløktum lanternum og uttan vitaljós. Við hvørt hevði hann ensk bløð heim aftur við.

Meðan onkur annar fagnaði annað ástøði, eitt nú um hetta, at samfelagið kundi skrúvast saman á øðrvísi hátt við botni í Manifestinum eftir Marx og Engels og talum Lenins, sum hesin týddi til føroyskt.

Meðan vit onnur hildu, at tað skandinaviska demokratiið ikki átti at undirmetast, sum øll heimsins lond hugdu undrandi at – antin við munandi virðing - ella sum nú - við islamskum hatri.

Virðing krevst
Og gjørdi hetta okkum til fíggindar - børn av somu foreldrum? Als ikki! Serstakliga við lítið eldra bróður mín var virðing og gott vinalag alt lívið. Ungdómurin er ofta radikalur, men ungdómsins føstu áskoðanir hava tíðum lyndi til at blikna við árunum.

Eg virdi henda bróður mín nógv – og sakni hann sárt enn - bæði fyri hansara samskifti, góðu evni og áhuga fyri máli - heilt frá barni av. Eins og eg kendi til virðing frá honum, hóast eg við míni próvførslu ikki bakkaði fyri hansara skørpu sjónarmiðum – eitt nú í lívsáskoðan og í politikki. Men vit vóru líka góðir brøður fyri tað.

Mangar eru røddirnar
Mæti høvundurin Martin A. Hansen (1909-55) hevur i bókini “Løgneren” hesa samrøðu við: “Johannes, jeg tør ikke vove at snakke med om store spørgsmål. Om verden, krigen og hvad mening er med livet. Jeg har kun mit eget liv. Og har i grunden altid haft det godt og alligevel er mit liv blevet meningsløst. Hvordan kan man da tro på en Gud?”

“Det må man. Når du kommer til MENINGSLØSHEDENS yderste, da ser du det hele er en valplads hvor to magter slås. Og et INGENMANDSLAND gives ikke”.

Eingin forfylging av jødum var her á landi yvirhøvur – tí her var jú eingin jødi. Kortini skulu Føroyar vera við í bókini um alheims píning og týning av jødum í 10 millióna tali. Ein løgin proportións-sansur!

So hví, ið nú, Hanus, skyldmaðurin, hevur slíkt stikni til góða vin mín Petur W. Háberg, og tekur hann her fram sum ræðandi dømi um jødahatur, tað er mær ein gáta.

Petur W. Háberg (1914 -1984)
Í hesi digru bókini tekur rithøvundurin, Hanus – millum mangar læntar fjarðar - hetta dømi úr Føroyum við (s. 268 -270) - við rættaðum villum av Hanusi), eitt brot, ið er frá Petur W. Háberg, sum í 1938 hevur skrivað eina grein, ið ber fram ein fagna av Hitler - í einum næmingablaði (1. árgangur, nr. 3, og hondskrivað). Har Petur tá - eins og mong, mong onnur um lond - ikki visti betur!

Eitt var, um henda áskoðan Peturs bleiv borin fram á einum almennum fundi, í bókmentum, avísum og tíðarritum, í politikki, fólkafundarrøðu, floksskrá o.s.fr., so var tað nakað – men í einum NÆMINGABLAÐI!

So kosteligt hetta! Sum nokk mest er at líkna við okkurt – ja, bindiklubba-prát, neysta-trætan, steypa-reyp ella kanska morgun-møsn í útvarpinum. Eg veit líka.

So sera skemtiligt - at henda eminenta, avdúkandi áskoðan Peturs kom út í dagin – og her í “heimshøpi” (!). Og í einum hondskrivaðum formi (við villum) í einum næmingablaði, sum fá ella ongin veit um. Og hinvegin ikki eitt orð um tann markleysa áhugan hjá Peturi og vinalag hansara við Ísrael og jødar aðalmegis annars.

Bráðar metingar
Mong er dømini um óhepnar bráðmetingar. So sum Winston Churchill í 1935 rósti facistinum Mussolini: “Mussolini er ein stórur maður – ein stórur statsmaður!” o.s.fr..

Onkur kønur skrivaði, at Chr. Matras umvendi William Heinesen til kommunist (gudloysing), báðir um 12-13 ára aldur. Sjálvur segði William seg ikki vera kommunist. Meðan Christian fá ár seinni meistaraliga týddi Brorson:

Upp alt, ið Harrin hevur gjørt,

hans dýrd og tign at prísa,

hans minsta skaparverk er stórt

og kann hans megi vísa.

Betri dømi
Hví ikki nevna prestin og skaldið Kaj Munk, ið sum yngri var ovurhonds hugtikin av Mussolini og Hitleri, til hann fekk meiri kunnleika um brotsgerðir teirra, og tá kúvendi Kaj Munk og leið “blóðvitnisdeyða” – Kaj Munk bleiv tann 4. januar 1944 tikin út úr heimi sínum og løtu seinni skotin av nazistum – eitt skot í nakkan og tvey í tynningin. Soleiðis.

Og Kaj Munk verður heiðraður, sum ein av teim heilt fáu donsku hetjunum undir krígnum – alt meðan stjórnin og danir yvirhøvur framdu væl lønandi samstarvspolitikk við Hitler (Les bókina: “Krigens købmænd”, útg. 2003).

Eg las eitt nú um dagarnar nýggja bók av Martin Krasnik: “En smal bro over afgrunden – Den 7. oktober, jøderne og palæstinenserne, krigen og håbet” (200 s.). Og eg fái væl meira burturúr hesi bók og eri meiri samdur við Martin Krasnik, ið er væl mentaður jødi og høvuðsblaðstjóri á Weekendavisen.

Petur Háberg, sum vit kendu hann
Petur var ein væl skrivandi mentamaður, sum tók lut í blaðkjaki, ofta avgjørdur, so tú visti, hvar ið hann var.

Og kom okkurt óvart stig fyri, so kundi hann skemta um tað við sjálvspeisemi, við síni eyðkendu, ljósu Geila-rødd, sum bar av og við øllum nuansum. Har koma hvørki eg ella Hanus honum til kníggja.

Eg hevði áður kent og notið hansara tekstir, talur og sangir, men kom at kenna Petur væl persónliga á páskum 1962, og vit høvdu javnt, tætt samband síðani tá. Eisini tey árini, ið vit búðu niðri, við brævaskifti – ein meistaraligur brævskrivari var Petur. Hann hevði “Norrøna Forlagið”, skrivaði fleiri bøkur og gav út tað væl redigeraða tíðarritið “Lív og Læra”.

Men einki verður í nærverandi bók Hanusar nevnt um eitt nú bókina hjá Peturi um Ísrael - ella um hansara framúr væl yrktu sálmar og sangir.

Talarar
Vit hava havt fleiri góðar og stórar talarar. Summir sermerktir við røddini, innihaldinum, veipingum ella hugburði. Men Petur Háberg bar av øllum – eftir mínum tykki – tí hansara talent strekti seg yvir alt.

Petur kundi halda framúr góðar talur til álvara og gaman, nær og hvar tað skuldi vera, bæði á fundum, í vertskapi og veitslum - so hendinga hittinorðaður og greiður.

Petur var vælhýrdur at hitta dagliga, og hann segði um sítt sinnalag: “Eg eri sum heild á “loftinum”, annars á “miðhæddini” og onkuntíð í “kjallaranum” - og tað er ikki gott, og royni eg tí sum skjótast at finna trappuna aftur upp á loft (!)”.

Hevði Petur svarað?
Hvussu Petur hevði nú svarað aftur her, til hesa happing frá Hanusi? Tað er ikki gott at vita.

Kanska okkurt spískt - sum táið onkur einaferð gekk Peturi ov nær við heldur framliga at rætta eina lýsing hjá honum. Tá varð svarið nakað soleiðis: “Eg hómi hansara eyðkenda korpus, sum við síni hyldligu hond og “hendinga” heila hugsaði so – ja, nú skal Petur hava tað...(!)”

Ella hevði hann kanska valt annað - bara at flent í kíki, sum tann serstaki skemtarin, ið Petur var!

Eg veit tað ikki.

Tí, eitt nú nakað er, sum aldri broytist, og tað er, at alt broytist. Ja, hvussu er nú við hugtøkum sum morð og/ella karaktermorð – hvør er munurin - mangan?

Við blíðari heilsu
Arnstein Niclasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo