Undirvísingarstýrið: Í dag var hátíðarhald á Undirvísingarstýrinum í samband við, at Hanus Joensen, ráðgevi á fólkaskúlaøkinum, leggur frá sær fyri aldur.
Mong munnu kenna Hanus frá hansara tíð innan fólkaskúlan. Hanus var millum annað í mong ár skúlastjóri, fyrst í Tórshavnar kommunuskúla og síðan samanlagda Skúlanum á Fløtum. Hanus er eisini kendur fyri so mangt annað. Millum annað sum hondbóltspælari, telvari, kórleiðari og urguspælari. Hanus hevur síðan 2017 starvast sum ráðgevi í Undirvísingarstýrinum innan fólkaskúlaøkið.
Stjórin á Undirvísingarstýrinum, Hjalmar Hansen, handaði Hanusi eina gávu og bar fram eina heilsan, har hann millum annað segði: ”Góði Hanus, tú hevur nú í 50 ár tænt føroyska fólkaskúlanum. Sum vanligur lærari, sum skúlastjóri og sum ráðgevi. Tú hevur hesi árini upplivað og verið við til at myndað stórar broytingar í fólkaskúlaskipanini. Tað, at hava ein góðan skúla, trúgvi eg, hevur øll hesi 50 árini, staðið fremst í tínum huga. Tú ert framskygdur og sært heldur møguleikar enn forðingar, og smæðist ikki við at eggja okkum øllum til at seta okkum høg mál.”
Starvsfelagarnir á Undirvísingarstýrinum vilja takka Hanusi fyri tíðina og ynskja honum blíðan byr fram yvir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo