Røðan hjá Hanus Hansen í sambandi við dópin av Gadus 15. oktober 2023:
Fyri meg og øll okkum í JFK samtakinum er hetta ein stórur dagur. Tað er ikki á hvørjum degi, at vit koma á Klaksvík við nýggjum og so framkomnum skipi, sum vit gera í dag.
Tí eru vit eisini so sera takksom fyri, at tit eru komin so fjølment at at taka ímóti okkara nýggja Gadus.
Lat meg byrja við at takka Edith, dóttrini, fyri dópin; Karl Johansen, borgarstjóra, fyri góðu orðini; Klaksvíkar hornorkestri fyri ljómandi tónarnar og Ingibjørg Hansen fyri vakra sangin.
At this stage I should also like to thank our guests from the Netherlands, Turkey, Germany, England, Norway, Denmark and Iceland for being here today. It is a great pleasure for us at JFK that you have made the effort and have taken time out of your busy schedules to be with us here in Klaksvík today. It is truly appreciated. I should also like to express a special welcome to our Dutch partners, PP – Parlevliet & van der Plas – who over the years have added value to so many parts of our enterprise.
Og áðrenn eg fari at siga eitt sindur um okkara nýggja skip og ta framtíð, sum vit hyggja inn í, vil eg fegin eisini bera fram eina serstaka tøkk til enn ein medeigara í JFK Samtakinum. Føroyagrunnurin hevur í mong ár staðið stinnur og trúfastur við okkara lið, bæði tá ið tað rekur við og tá ið tað rekur ímóti. Eg eri av hjarta takksamur fyri okkara samstarv og teirra íkast til okkara virksemi.
***
Góðu tit.
Hetta skipið, sum vit taka ímóti í dag, er bygt á Tersan skipasmiðjuni í Turkalandi og kostar á leið 450 milliónir krónur. Nógv fólk hava verið við í byggiverkætlanini, og tað er vónleyst at nevna tey øll, men øll skulu tey hava eina tøkk fyri væl útført arbeiði. Eg fari kortini at nevna ein persón, Birgit, konu mína, sum hevur verið við í at kalla hvørjari detalju í apteringini. Eg vænti tit koma at ásanna, at ta uppgávuna hevur hon loyst væl.
Nú kann onkur sjálvandi spyrja: er tað skilagott at byggja ein so dýran og framkomnan verksmiðjutrolara?
Tað er partur av fiskivinnu, at veiðitólini mugu endurnýggjast av og á. Men tað er eisini soleiðis, at tá ið hetta verður gjørt, so má ýtast av eftir teimum krøvum, sum verða sett – frá myndugleikum, frá samstarvspørtum, og frá marknaðinum, sum jú eru keyparar úti í heimi. Eitt av krøvunum, sum seinastu nógvu árini bara er vorðið sterkari, er kravið um burðardygd og gagnnýtslu av øllum tilfeinginum.
Her hava vit lagt doyin á fyri at fáa eitt skip, har einki verður blakað aftur í havið. Tá ið eg fór við verksmiðjutrolara í 1976 tóku vit at kalla bara tosk – onnur fiskasløg vórðu koyrd aftur í havið. Ikki fyrr enn í 1990 kundu øll tey føroysku skipini í Barentshavinum frysta fiskin umborð – og ikki fyrr enn tá gjørdist heilt vanligt at taka hýsu, upsa, svartkalva og kongafisk. Nú koma øll skipini í Barentshavinum at taka alla veiðuna, ikki bara flakið, við til lands. Eitt skip ger ensiljasju og hini bæði gera mjøl og olju. Hetta er ein góð gongd, sum tænir umhvørvinum, og gevur eyka inntøkur til reiðarí og manning.
Eisini í aðrar mátar hava vit við hesum skipinum minkað um tær avmarkingar, sum hingu við gamla Gadusi. Hetta er gjørt samstundis sum roynt verður at liva upp til krøv um minni útlát og minni larm, tá ið skipið liggur við bryggju. Skipið hevur orku til at trola bæði við tveimum og trimum trolum, um tað skuldi verið neyðugt, og co2 útlátið fyri hvørt fiskað kilo fellir munandi.
Eitt eyðkenni við skipinum eru góðu umstøðurnar hjá manningini. Einakamar, fitnessrúm, hitapott og sauna umframt filmsrúm. Øll, sum hava fiskað á fjarleiðum í fleiri mánaðir, vita, hvussu stóran týdning tað hevur, at umstøðurnar eru góðar. At geva okkara dugnaligu manningum hesar umstøðurnar, er kanska tað, sum gleðir meg mest við nýggja skipinum.
Sum heild kann sigast, at vit hava fingið eitt so framkomið og fjølbroytt veiðitól, sum til ber at fáa.
***
Góðu tit.
Í sanginum Tað hav, ið brýtur her sigur Hans Andreas Djurhuus soleiðis í tí eina ørindinum:
Tit tektu Íslands strond
Og jøkulsbrand við havsins rond,
Har Rán í íðu svav;
tit royndu Grønlands hav.
Og summarsólin skein
á Føroya knørrir við Jan Mayn.
New Foundland skygdi blátt
á skaddagráu nátt.
Fjarleiðirnar gjørdust bæði álitið og lagnan hjá nógvum føroyskum fiskimonnum. Ikki minst hiðani úr Klaksvík – onkrir fóru við línuskipi og aðrir við trolara. Í mínum uppvøkstri eyðkendi hetta mentanina og sálina í býnum.
Viðhvørt kann eg fáa ta fatan, at nógv halda fiskiskap á fjarleiðum umboða eina farna tíð. Men soleiðis er ikki. Talið av skipum og fiskimonnum er ikki tað sama, sum tað einaferð var. Men enn verður fiskað á fjarskotnum leiðum. Fyri okkum í JFK hava mest álítandi fjarleiðirnar í mong ár verið við trolara í norska og russiska partinum av Barentshavinum.
Hesin fiskiskapurin hevur týdning búskaparliga. Men tað er ikki tað avgerandi. Avgerandi er, at fiskiskapurin í Barentshavinum er ein týðandi partur av okkara samleika – av tí vit eru og tí vit gera. Vit eru stolt av, at mangur unglingi er vorðin maður á okkara skipum; vit eru stolt av, at mangur yvirmaður, sum í dag siglir úti ella fiskar í Grønlandi ella í Noreg, varð lærdur upp umborð á okkara skipum og vit eru stolt av, at okkara skip enn tann dag í dag eisini eru mannaði við monnum, hvørs pápar og abbar komu til mans umborð á okkara trolarum í Barentshavinum. Hetta er okkara søga og ein týðandi partur av sálini í JFK samtakinum.
***
Góðu tit øll.
Kvoturnar í Barentshavinum eru munandi lækkaðar seinastu árini, og koma helst at lækka aftur komandi ár. Hetta eru umstøður, sum vit eru vanir við og duga at laga okkum til.
At fáast við skip er ein umskiftilig tilvera. Skal tað hepnast, mugu mong viðurskifti reka við. Vit kenna óvissurnar og royna at leggja soleiðis til rættis, at vit stýra millum skerini og uttanum íðurnar. Men onkuntíð verða vit tikin á bóli.
Tá ið vit fóru undir at byggja hetta skipið, roknaðu vit ikki við at uppliva kríggj í Europa, áðrenn skipið varð liðugt. Ei heldur, at hetta kríggið kundi fáa beinleiðis ávirkan á okkara virksemi.
Men ræðuleikin í Ukraina er nú veruleiki og hann mugu bæði landsins myndugleikar og vit fyrihalda okkum til.
Vónandi fara tey, sum skulu taka avgerð, at bera so í bandi, at vit eisini í framtíðini sleppa at fiska í Barentshavinum við hesum skipinum. Sjálvandi vænta vit at venda aftur til vanligar umstøður fyrr ella seinni – og tá ræður um ikki at hava sagað greinina av - í ótíð.
Vit í JFK samtakinum, eins og hini reiðaríini í Barentshavinum, hava einki annað val enn at fylgja tí, sum landsins myndugleikar gera av. Men eg vil nýta hetta høvið til enn einaferð at heita á allar partar um at hugsa seg um. Samstundis loyvi eg mær at minna á, at fyri okkum er fiskiskapurin í Barentshavinum meira enn bara ein spurningur um kvotaumbýti og búskap.
Hetta er okkara søga. Hetta er tað vit gera og hetta er tað, vit eru. Hetta er sálin í okkara virksemi. Og hetta er ein partur av fólkasálini í Klaksvík.
Við hesum orðum leggi eg skip og manning í Harrans hendur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo