Fyri tveimum árum síðani fór Føroya Handilsskúli (nú Glasir) í gongd við útbúgvingina Marknaðarførslubúskapur, stytt MBÚ.
Í hesi vikuni skulu 22 lesandi upp at forsvara høvuðsuppgávuna.
Hans Petur Petersen var fyrstur og tí bleiv hann tann fyrsti lesandi, ið hevur lokið útbúgvingina, Marknaðarførslubúskapur á Glasi.
Prógvhandanin verður 21. juni á Skúlaheiminum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo