POSTA: Hans Jákup Langgaard hevur valt at siga seg úr starvi sum stjóri á Posta til 1. november 2024.
"Eg havi verið glaður fyri tíðina á Posta, hóast úrslitið fyri 2023 var avbjóðandi. Tað hevur verið ein hendingarík tíð, sum hevur kravt nógvar broytingar fyri at venda gongdini. Vit hava skapt eitt gott grundarlag fyri víðari rakstri", sigur Hans Jákup.
"Vit fara nú undir eina tilgongd at finna nýggjan stjóra til Posta. Eg vil gjarna takka Hans Jákup fyri góða samstarvið og ynskja honum alt tað besta frameftir," sigur Joen Magnus Rasmussen, nevndarformaður á Posta.
Hans Jákup hevur verið stjóri síðan 1. desember 2023 og verður tøkur restina av árinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo